10. november 2025

Er Miðflokkurin eitt problem barn?

Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019 til 2022.

“Men vit vita eisini at, í seinastu samgongu, tá hasir flokkarnir sótu (ABH), tá hevði samgongan
øðiligt stríð av Miðflokkinum” – sitat Árni Gregersen (Dagur og vika hin 07.11.2025)

Tað er og verður altíð eitt ávíst stríð ímillum flokkar sum sita við valdið. Soleiðis er tað nú einaferð
tá ymsar meiningar eru í einari samgongu. Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni
Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019 til 2022.


Ja, tað vóru stríð um ymisk mál tá og Miðflokkurin gjørdi síni sjónarmið galdandi eins og
samstarvsfelagarnir. Men, tá kamparnir vóru tiknir og atkvøðast skuldi í Løgtinginum, so var tað
ongantíð Miðflokkurin sum sveik ella framdi álitsbrot ímóti hinum samgonguflokkunum.


Tað vóru hinvegin Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin sum bóru uppskotið um “sammøður”
ígjøgnum Løgtingið saman við táverandi andstøðu (CEF), umframt at onnur mál blivu súltaði, tó
ikki orsaka av Miðflokkinum.


Miðflokkurin tryggjaði tann meiriluta á Tingið, ið stýrdi Føroya landi ígjøgnum korona skerini og
loysti fleiri umráðandi politisk mál á konstruktivan hátt.


Eg vil við hesum ikki lata tað standa ósvarað, at Miðflokkurin bara er ein flokkur sum voldur til stríð.
Miðflokkurin er ein djarvur flokkur, sum stendur við sítt – men Miðflokkurin er sanniliga eisini ein
álitandi flokkur.


Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again