13. mai 2026

Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum

Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovnaður.

Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum

 

Góðan morgun øll somul


Fyrst vil eg takka tykkum øllum fyri trúfasta stuðulin til Miðflokkin. Tað er fantastiskt at síggja, at
fleiri av tykkum møta aftur og aftur til landsfundirnar. Tað er eisini gott at síggja fleiri nýggj andlit!
Vit eru stødd í nýggja bygninginum hjá Húsarhaldsskúlanum, sum nú kallast Rótin. Og tað var
ongin annar enn okkara Jenis av Rana, sum varðaði av hesari verkætlan, sum landsstýrismaður í
Uttanríkis- og mentamálum.


Jenis fekk nógvan kritikk oman yvir seg áðrenn verkætlanin varð sett ígongd. Í fjølmiðlunum varð
skrivað um, at verkætlanin gekk ov seint. Talan var tó um eina fløkta verkætlan, tí ikki færri enn
tríggir partar vóru íblandaðir: Landsstýrið, Bústaðir og Klaksvíkar Kommuna. Jenis vildi tí ikki seta
verkætlanina í gongd fyrr enn allar ósemjur og øll ivamál vóru avklárað hóast stórt trýst frá
fjølmiðlum. Hendan fyrireikingin tók sína tíð, men tá ið Jenis so endiliga trýsti á “play”, so gekk alt
sum smurt harfrá. Verkætlanin helt sína játtan og hon varð eisini liðug til tíðina. Hetta er als ongin
sjálvfylgja, tað vita vit øll, uttan at eg noyðist at nevna nakra aðra ítøkiliga byggiverkætlan.


Hetta er ein góð søga, sum eg haldi er verd at fortelja, nú vit eru stødd í nýggja og flotta
bygninginum hjá Rótini. Miðflokkurin verður mangan skýrdur bert at tosa um etisk mál og onki
annað. Men hendan ítøkiliga verkætlanin, er bert eitt av mongum dømum um, at Miðflokkurin tekur
sær væl av øllum tí, sum verður litið honum upp í hendurnar. Hetta gera vit samstundis sum vit
arbeiða fyri teimum grundleggjandi kristnu virðunum, sum eru tað besta fundamenti Føroyar kunnu
byggja á.


Valstríðið


Vit eru júst komin ígjøgnum eitt hart valstríð – tað eru tey altíð – og úrslitið á løgtingsvalinum varð
ikki tað vit høvdu vónað. Tað vóru serliga nakrar av teimum síðstu veljarakanningunum, sum gjørdu
okkum spent, tí sambært teimum lógu vit til at fáa triðja løgtingssessin. Men tá ið úrslitini tikkaðu
inn á valkvøldinum, so var tað sjón fyri søgn, at vit høvdu eina afturgongd sum flokkur. Tað hoyrir
við til søguna, at vit hava mist onkrar av okkara profilum, men hóast hetta kunnu vit ikki vera nøgd
við úrslitið. Vit mugu fyrst og fremst taka í egnan barm og finna út av, hvat vit kunnu gera betri til
næsta val.


Og tó, vit varðveita tveir tingsessir og tað skulu vit als ikki taka fyri givið. Tað eru fleiri flokkar sum
eru komnir inn um tinggáttina og síðani dotnir út aftur eftir stuttari tíð seinastu áratíggjuni.

Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovnaður.


Samgongan – hvør er kósin?

Valstríðið koppaði ikki okkara veg og tað gjørdu samgongusamráðingarnar heldur ikki. Matematiskt
kundu okkara tingsessir verið avgerandi fyri fleiri samgongusamansetingar. Og vit báðir, Jenis og
eg, vístu eisini klárt og týðiligt ein samstarvsvilja, tá ið samráðingarleiðarin, Beinir Johannesen,
kallaði okkum inn til fund.


Tríggir av teimum stóru flokkunum høvdu tó, at síggja til, langt síðani avgjørt at fara eina aðra leið.
Og hesir hava nú sligið saman í eina breiða ABC samgongu. Samgonguskjalið er í fleiri førum sera
yvirskipað, so hendan samgongan má vísa okkum í verki hvør kósin er og hvat samgongan annars
megnar at gera fyri okkara land.

Miðflokkurin kemur altíð at vera ein konstruktivur flokkur. Vit samstarva og tala gott fyri tí, sum
veruliga er gott, og tala at, tá ið samgongan ella aðrir flokkar á tingi raka við síðuna av.


Tað fyrsta politiska trekkið hjá hesari samgonguni boðar tó ikki frá góðum. Tey tykjast at fara alt ov
lætt um eitt politiskt átak, sum kostar landskassanum heilar 20 milliónir krónur! Talan er um mvg-
frítøkuna fyri bensin og diesel í nakrar mánaðir í summar.


Er tað ætlað sum eitt sosialt átak, so eigur tað at vera snikkað soleiðis saman, at peningurin kemur
teimum føroyingum til góða, sum hava størstan tørv á lættanum og ikki at lættin fer so víða, at eitt
nú ferðafólk fara við stórum parti av lættanum.


Er tað hinvegin ætlað sum eitt borgarligt átak, so skuldi verið hugt at, hvussu vit kunnu minka
okkara høga skattatrýst – eitt nú inntøkuskattin – heldur enn at brúka so nógvar pengar til eitt
fyribilsátak. Skatturin skal vera so lágur sum gjørligt, og tí skal tað húsast væl við borgarans
peningi. Tað er brúk fyri nøkrum veruligum borgarligum tøkum, soleiðis at vælferðarsamfelagið ikki
syndrast.


Í andstøðu


Miðflokkurin tekur í útgangsstøðinum enn eitt valskeið í andstøðu. Sjálvandi er best at sleppa við
uppá brúnna (út á Tinganes) og hava beinleiðis ávirkan á kósina, sum verður sett fyri Føroyar. Vit
skulu tó als ikki fella í fátt, tí vit kunnu sanniliga eisini gera okkara ávirkan galdandi niðri á
dekkinum (í andstøðu), tí tað eru nógvir kampar at taka og nógv mál at varpa ljós á.


Tað málið, sum vit raðfestu ovast á okkara valskrá, var lítla barnið í móðurlívinum. Rætturin til lív
átti at verið ein sjálvsagdur rættur, men vit mugu staðfesta, at so er ikki. Bara frá 1994 – 2025 eru
1206 fosturtøkur framdar í Føroyum. Í miðal 38 fosturtøkur um árið. Hetta svarar til tveir stórir
skúlaflokkar av børnum hvørt tað einasta ár. Og havandi í huga at ein sera sera víðgongd
fosturtøkulóg fær gildi í summar, so kunnu hesi tølini økjast munandi. Tess lættari atgongdin er til
fosturtøku, tess fleiri fosturtøkur vera framdar. Tað vitna hagtølini púra klárt um!


Hetta tingárið nærkast longu endanum. Tingbólkurin hjá Miðflokkinum konkluderaði tí, at tað
einasta vit fáa gjørt fyri summarsteðgin, er at seta uppskot fram um at útseta gildiskomuna á
víðgongdu fosturtøkulógini til 1. januar 2027. Hetta fyri, at nývalda Løgtingið veruliga hevur tíð at
fyrireika og taka støðu til eitt alternativt uppskot, sum í størri mun tekur atlit fyri lítla barninum í
móðurlívi.


Av tí at tingárið er so langt liðið, so krevjast eisini 17 undirskriftir fyri at leggja eitt lógaruppskot
fram. Undir vanligum umstøðum, so hava flokkar gjarna hjálpt hvørjum øðrum við hesum, eisini tá
ið flokkar ella løgtingsfólk ikki ætla sær at stemma fyri sjálva uppskotinum, sum verður lagt fram.
Grundgevingin er vanliga, at mann ikki vil forða fyri einari almennari og fólkaræðisligari viðgerð av
einum uppskoti inni í tingsalinum.


Vit mugu tó ásanna at hetta ikki ger seg galdandi fyri ófødda barnið. Tað var ikki møguligt at fáa 17
undirskriftir, soleiðis at vit kundu hava fólkaræðisligu viðgerðina av gildiskomuni. Hetta kemur tó
ikki heilt óvart á meg, tá ið hugsað verður um upplivingarnar inni í tingsalinum og í almenna
kjakinum annars. Tí ofta eru tað somu fólkini, ið rópa harðast upp um fólkaræðið og
gjøgnumskygni, sum standa á odda fyri at køva talufrælsi, við at gera seg til harrar yvir, hvat er
legalt at siga í orðaskiftinum.


Miðflokkurin fer tó undir øllum umstøðum at virka fyri, at eitt betri alternativ verður sett fram og
vónandi eisini samtykt av Løgtinginum í komandi tingárinum.

Eitt annað etiskt mál hevur eisini stungið seg upp og tað er spurningurin um, hvørt vit skulu loyva
aktivari deyðshjálp í Føroyum ella ikki. Her vil eg bara undirstrika hvørja støðu Miðflokkurin hevur í
sínari stevnuskrá: “Lív menniskjans skal verjast frá gitna og til natúrligan deyða”. Tað er ikki uttan
orsøk at vit halda fast um hetta grundvirðið. Øll londini rundan um okkum og í vesturheiminum
annars eru endað á einari óhugnaligari glíðibreyt, tá ið tey hava gloppa hurðini fyri fríari fosturtøku
og aktivari deyðshjálp. Tað sama ger seg galdandi her hjá okkum, um vit ikki halda fast við tí røttu
menniskjafatanini. Og vit mugu staðfesta, at menniskjavirðið er minkað nógv í Føroyum seinastu
árini, men hetta er ein uppaftur størri orsøk til at føra góðan Miðflokspolitikk.


Miðflokkurin raðfesti “Føroyskt fram um fremmant” høgt í sínari valskrá. Tað er alneyðugt, at talið
av útlendingum verður avmarkað í Føroyum, tí okkara lítla samfelag er sera viðbrekið. Og hyggja
vit til grannalondini, so er tað sjón fyri søgn at integratiónin er misseydnað. Serliga hjá
grannalondunum ið hava tikið ov nógvar útlendingar inn, sum ikki virða teirra frælsi og mentan.
Langsiktaða fokusið á samanhangsmegina í Føroyum má koma fram um stuttsiktaða fokusið á
búskaparvøkstur. Missa vit samanhangsmegina, so missa vit alt slag av vøkstri longri frammi í
tíðini. Vit skulu tó taka okkum sera væl av teimum útlendingum, ið longu eru her í Føroyum.


Hetta valskeiðið fara vit eisini at varpa ljós á eina røð av øðrum góðum málum:


 at familjan í størri mun sleppur at skipa sín egna gerandisdag
 bøta um stóra bústaðartrotið, sum vit hava í Føroyum
 vísa á ein orkupolitikk, har menniskjað kemur fram um náttúruna (CO2 útlat)
 at vinnan, sum er lokomotivið í okkara vælferðarsamfelagi, fær góðar karmar og minni
skrivstovuveldi at virka undir
 einum skilagóðum fíggjarpolitikki, har inntøkur og útreiðslur javnviga betri
 at tað sum er ólógligt í fysiska heiminum eisini verður ólógligt í talgilda heiminum og at hetta
verður handhevjað, soleiðis at okkara ungdómar eru betri vardir
 virka fyri einum góðum og etiskum heilsupolitikki – eitt nú viðgerðartrygd
 virka fyri størri frælsi hjá pensjónistum at arbeiða og fyri, at helst ongar familjur enda undir
fátækramarkinum
 Miðflokkurin fer altíð at stuðla mentan, sum er til uppbygging fyri samfelagið
 Og at enda, so fer Miðflokkurin áhaldandi at stuðla einsamalla fólkaræðinum í Miðeystri –
Ísrael


Hetta eru nøkur mál úr rúgvuni vit fara at arbeiða fyri. Harumframt skulu vit liva upp til
andstøðuleiklutin, sum fer at krevja enn meira, nú samlaða andstøðan er tódnað niður í 11
løgtingsfólk.


Formansskiftið í Miðflokkinum


Eg eri sera spentur at fara undir mín nýggja leiklut í flokkinum, væl vitandi um, at tað fylgir ein stór
ábyrgd við formanspostinum. Hetta formansskiftið er farið fram í sátt og semju. Tað kann mann als
ikki taka fyri givið, tí tað eru ríkiliga nógv dømi um tað øvuta. Eg merki eisini góðan stuðul frá
fólkinum rundan um meg og í floksapparatinum nú tað náttúrliga formansskiftið fer fram. Hetta er
eitt gott útgangsstøði, sum eg havi fingið, sum nýggjur formaður, men ein persónur – ein leiðari –
ber ikki ein heilan flokk einsamallur. Eg vil tí virka fyri at flokkurin og okkara politikkur hvílur á so
nógvum herðum sum gjørligt.


Ein flokkur er fyrst og fremst hildin upp av sínum veljarum – sínum stuðlum – og fleiri av tykkum
eru møtt her á landsfundi, har tit gera tykkara stuðul sjónligan og aktivt eru við til at mynda
Miðflokkin. Takk fyri tað!

Tað er avgerandi at vit hava nógv góð fólk, ið bjóða seg fram sum valevni. Uttan hesi sum stilla
seg fram í spíssin, so var ikki møguligt at bera Miðflokkin og okkara politikk fram frá valskeiði til
valskeið. Tað vóru 17 nøvn á lista H hesaferð. Túsund takk fyri tykkara dirvi. Eg havi eina vón um,
at vit ikki vera færri enn 20 valevni til komandi løgtingsval!


Floksstjórnin spælir ein stóran leiklut í Miðflokkinum. Tingbólkurin sparrar regluliga við
floksstjórnina um ymisk viðurskifti. Og tá ið stórar politiskar avgerðir skulu takast, verður
floksstjórnin kallað saman, soleiðis at hesar avgerðir eru so væl grundaðar sum gjørligt.


Tingbólkurin er mannaður av Jenisi, mær sjálvum, og okkara skrivara, Ólavi í Geil. Tað er í stóran
mun tingbólkurin, sum myndar flokkin úteftir og tað liggur tí ein stór ábyrgd á okkara herðum. Og
sum tit hoyra, so verður tingbólkurin ikki arbeiðsleysur hetta valskeiðið.


Sum formaður ynski eg at gera mítt fyri at framtíðartryggja Miðflokkin. Eg ynski at styrkja okkara
floksapparat og seta ein nýggjan dám á okkara úttrykk, eitt nú við at endurnýggja samleikan.
Sum nakað nýtt, so fari eg, saman við floksstjórnini, at stovna eitt nýtt forum, sum vit fyribils kalla:
Miðpolitiskt Forum. Hetta er ætlað øllum áhugaðum miðfloksstuðlum at luttaka í, fyri at verða
betri upplýst um føroyskan politikk og samstundis at vera við til at mynda politikkin hjá
Miðflokkinum. Hetta fyri at fáa eina góða og breiða felagslinju í øllum okkara politikki, bæði í
teimum “primeru” og “sekunderu” málunum. Ikki tí at eg haldi tær verða so nógvar, men har
ósemjur eru, kunnu vit koma saman og brýna hvønn annan.


Vit í Miðflokkinum vera noydd at arbeiða hart og miðvíst fram ímóti komandi Løgtingsvali. Um vit
sáa og væta moldina væl nú, so trúgvi eg, at vit koma at heysta ávøksturin tá ið hetta valskeiðið er
runnið.


Ungmannafelagið – Konservativ Ung


Miðflokkurin hevur eitt virkið ungmannafelag, ið nú kallar seg Konservativ Ung. Eitt ungmannafelag
hevur ein týðandi leiklut, tí tey eru við til at mynda hugsanina og meiningarnar hjá ungdóminum í
Føroyum.


Og lat meg bara seta orð á elefantin í rúminum. Tað hava verið ymiskar meiningar um
navnabroytingina hjá okkara ungmannafelagi, men tey ungu, sum tóku avgerðina á seinasta
aðalfundi, seta ikki “konservativ” í samband við nakað negativt. Tey halda hinvegin at signalið við
nýggja navninum er sterkt og greitt, tá ið tað kemur til tey grundvirðini, sum ungmannafelagið
arbeiðir fyri. Av hesi orsøk bleiv navnið broytt. Tað eru okkara ungu undir 30 ár, sum mynda
ungmannafelagið; tað eru okkara ungu sum kenna og skilja føroyska ungdómin best.


Nevndin í Konservativ Ung er skipað soleiðis:


 Markus Mortensen, formaður
 Mattias Ljósheim, kassameistari
 Kesia Mortensen, skrivari
 Petur Asano, nevndarlimur

Hesi fýra eru veruliga við at fáa nýtt lív í okkara ungmannafelag. Tey fáa mín fulla stuðul í teirra
ætlanum og eg ynski, at tit øll vísa teimum sama stuðul. Eisini skal sigast, at ungmannafelagið og
móðurflokkurin hava havt eitt fyrimyndarligt gott samstarv, øll tey árini eg havi verið partur av
Miðflokkinum.


Sama stevnumið – nýtt úttrykk

Her at enda vil eg undirstrika, at Miðflokkurin framvegis fer at halda fast við tey grundleggjandi
virðini, sum flokkurin varð stovnaður á.


“Kristnu virðini eru grundarlagið undir flokkinum. Føroya land skal lóggeva á hesum grundarlagi.
Samfelagið broytist støðugt, men hesi eru grundleggjandi virðir, sum ongantíð mugu broytast.”
Hetta eru fyrstu reglurnar í okkara stevnuskrá. Vit halda fast við okkara grundvirðir óansæð í hvørja
ætt tíðarandin blæsur. Vit geva ikki upp hóast fleiri afturstig. Stevnuskráin hjá Miðflokkinum hevur
ongantíð verið so viðkomandi sum júst nú. Eg trúgvi, at Miðflokkurin hevur nógv størri ávirkan á
Føroyar, enn vit geva okkum far um.


Latið okkum vera við gott mót. Miðflokkurin fer inn í eina nýggja og bjarta tíð. Úttrykkið hjá
flokkinum verður nýtt, men stevnumiðið verður tað sama!

Takk fyri!


Steffan Klein Poulsen,

formaður í Miðflokkinum


Á landsfundinum í Klaksvík, tann 9. mai 2026

Tíðindi

23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins
23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!