Vælferð
Almannamál
- Góð lívskor verða tryggjað øllum, sum vegna aldur, sjúku, óhapp v.m. ikki eru før fyri at tryggja sær hetta sjálvi.
- Miðspjaðing av sosialu fyrisitingini eigur at fremjast.
- Gomlum og sjúkum eiga at verða skaptir møguleikar, so tey kunnu verða í egnum umhvørvi so leingi til ber.
- Fíggjarligur møguleiki eigur at bjóðast avvarandi at hjálpa óhjálpnum, og døgnvaktarskipan eigur at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí.
- Umlættingarmøguleikar eiga at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí.
- Vardar íbúðir eiga at vera ein valmøguleiki hjá eldri og brekaðum.
- Brúkarin eigur at fáa størri ávirkan á ætlanir og menning innan almannaøkið.
- Serforsorgin verður skipað í hóskandi eindum kring landið, og eiga skúla-, arbeiðs- og bústaðarmøguleikar at standa í boði í nærumhvørvi brúkarans.
- Í menningini av samfelagnum eigur hædd at takast fyri borgarum, ið hava brek. Soleiðis má ótarnað atgongd verða til almennar stovnar og tænastur.
- Endurútbúgvingarmøguleiki eigur at standa øllum við serligum tørvi í boði.
- Øllum pensionistum verða tryggjaðar virðiligar fíggjarligar umstøður á lívskvøldinum.
- Rørslutarnaðum eiga at standa mannsømiligir íbúðar-, frálæru- og arbeiðsmøguleikar í boði.
Samferðslan
- Hædd skal verða tikin fyri teimum menniskjaligu virðunum, tá íløgur og útbyggingar gerast á samferðsluøkinum. Samferðslan er til fyri menniskjunnar trivnað og vælferð, og tí eigur dentur at verða lagdur á TRYGD hins einstaka, so mannalív verða spard.
- Null-hugsjónin eigur at vera málið, ið virkað verður eftir á øllum samferðsluøkinum.
- Broytingar og ný- og útbyggingar eiga altíð at verða gjørdar við atliti at rørslutarnaðum.
- Miðað verður móti privatisering á øllum økjum innan samferðsluna, so hon so við og við verður óheft av landskassanum. Tó er neyðugt at halda uppi ávísum flutningstænastum til útjaðarøkir fyri landsins rokning sum ein liður í bygdarmenning
Heilsumál
- Øllum borgarum landsins eigur tilboð um bestu heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði.
- Dentur skal leggjast á fyribyrgjandi virksemi, og eigur miðvís upplýsing um heilsufremjandi tiltøk at mennast.
- Miðvíst eigur at vera arbeitt ímóti rúsevnismisnýtslu
- Primera heilsutænastan eigur at útbyggjast, og virkast skal fyri, at brúkarin í størst møguligan mun kann vera í egnum umhvørvi. Døgnvaktarskipan hjá nærhjálpini verður sett í verk um alt landið.
- Heilsuverkið og verandi sjúkrahús skulu fáast at virka sum ein eind og útbyggjast samsvarandi hesum.
- Upplýsing um sjúkuna AIDS eigur at fremjast í trá við Bíbliunnar áskoðan um samlív millum mann og kvinnu.
- Allir sonevndir alternativir viðgerðarhættir mugu kannast til grundar, áðrenn loyvi verður givið til virksemi, fyri at tryggja samfelagið móti teimum av hesum, sum hava røtur í heidnum/okkultum/eysturlendskum mentanum.
- Einrøktan, t.e. cloning, eigur ikki rúm í einum kristnum samfelagi, og royndir á hesum øki eiga tí at verða bannaðar.
Familjumál
- Flokkurin tekur undir við yvirlýsingini hjá ST um mannarættindi art.16. stk.3:
"Familjan er tann náttúrligi og grundleggjandi eindarbólkurin og hevur krav uppá verju og stuðul samfelagsins og landsins."
- Familjan er hornasteinurin í samfelagnum, og lóggávan má verja heimið.
- Hjúnabandið er Gudgivni hátturin fyri samlívi millum mann og kvinnu. Lóggávan eigur tí at stuðla hesi skipan.
- Familjuni verða tryggjaðar tær bestu umstøður, soleiðis at trygg heim og góðir uppalingarmøguleikar hjá børnum og ungum eyðkenna tað føroyska samfelagið.
- Brekaðum, sjúkum og gomlum eiga somuleiðis at verða tryggjaðar umstøður at vera heima hjá familjuni longst gjørligt
- Flokkurin er ímóti fosturtøku, men gongur inn fyri upplýsing, ráðgeving og stuðli til teirra, ið børninin bera.
- Lógin um fosturtøku eigur at broytast til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi.
- Í samband við barnsburð og/ella ættleiðing eiga allar kvinnur at hava somu sømdir á øllum økjum.
- Foreldrum eigur at standa í boði valmøguleikin at ansa børnum í egnum heimi. Tann heimaarbeiðandi mamman skal ikki verða noydd út at arbeiða
- Ásannandi skaðiligu árinini av rúsdrekkamisnýtsluni eigur ein virkin alkoholpolitikkur at verða rikin við tí endamáli støðugt at minka um alkoholnýtsluna. Tað almenna eigur at ganga á odda, soleiðis at almennar veitslur og móttøkur vera rúsdrekkafríar.
- Miðvís upplýsing í almennu fjølmiðlunum um skaðar av alkohol- og narkotikanýtslu eigur at fáa rúmar ræsur. Somuleiðis eigur miðvís upplýsing um henda vanda at verða framd innan skúlans gátt
- Munagóður stuðul eigur at verða veittur felagsskapum, ið virka móti siðamisbroti og fylgjum av slíkum ágangi.
- Heimleysum eiga virðiligir bústaðarkarmar at verða veittir í samstarvi við, ella beinleiðis ígjøgnum, verandi hjálparfelagsskapir.
- Peningur, ið tað almenna veitir sum stuðul til ansing av børnum, eldri ella á ymiskan hátt tarnaðum, eigur at fylgja brúkaranum
Bústaðarpolitikkur
- Bústaðarpolitikkurin skal vera familjuvinarligur. Góður og rúmligur bústaður er av størsta týdningi fyri eitt sunt familjulív og fyri menningina hjá einstaklinginum.
- Øll hava rætt til góðan bústað. Tann einstaki borgarin skal hava møguleikan at velja sær sín egna bústað grundað á persónlig, familjulig og fíggjarlig viðurskifti.
- Húsalánsgrunnurin verður umskipaður til at kunna fíggja- og stuðla undir alternativ bústaðarmynstur.
- Viðurskiftini á leigumarknaðinum verða skipað við lóg.