Orku- og umhvørvismál
- Vetnis-, aldu- og vindorkuroyndir og útbyggingar eiga miðvíst at verða stuðlaðar av tí almenna.
- Skipan við differentieran av oljuavgjaldinum eigur aftur at verða sett í verk.
- Ásannandi, at dálkingarvandin er ein stór hóttan móti øllum livandi, er tað av alstórum týdningi, at arbeitt verður miðvíst við dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum.
- Grunnur til fígging av dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum verður settur á stovn.
- Tað skal ikki loysa seg at dálka, og skal tí tann, ið dálkar, bera kostnaðin avhesum og fáa sekt.
- Endurnýtsla verður miðvíst stuðlað
- Orka eigur at leggjast í at stríðast ímóti lívsoyðandi dálkingarhóttanum uttaneftir, og eigur hetta eisini at gerast í samarbeiði við onnur lond og felagsskapir.