Arbeiðsætlan
Hini 16 punktini
Hini 16 punktini blivu orðaði sum fyrsta arbeiðsætlan og útkast til stevnuskrá, tá arbeiðið at skipa Miðflokkin fór í gongd. Hetta vóru uppruna málini, fólkini aftanfyri stovnanina av flokkinum, ynsktu at arbeiða fyri. So hetta er bæði áhugavert í søguligum høpi, og sum ein mátisnórur fyri arbeiðinum hjá flokkinum.
Miðflokkurin vil
- at kristna lívsáskoðanin eyðkennir samfelagið verja menniskjalívið frá giting til náttúrligan deyða
- at lóggávan er hjúnarbandsvinarlig og verjir heimið
- at sjúk, gomul og brekað fáa trygg og góð lívskor
- at fjøltáttað arbeiðs- og útbúgvingartilboð standa unga ættarliðinum í boði
- at almennar tænastur eru á góðum og tryggum støði. Borgaranum eigur at verða veitt viðgerðartrygd
- at væl verður húsast við skattaborgarans peningi
- at arbeiði er til allar vinnuførar hendur
- at tað skal loysa seg at arbeiða
- at røktin av fiskiríkidømi okkara tekur hædd fyri, at hetta Gudgivna tilfeingið er ogn alra føroyinga
- at vinnulívinum verður veitt góð kor at virka undir
- at frískúlar verða settir á stovn
- at fíggjarligi einkarættur kringvarpsins verður tikin av
- at umhvørvisdálkingin verður tikin í álvara og at dentur verður lagdur á at fyribyrja dálking
- at Føroyar fara ikki uppí ES (EU), men í staðin tryggja góðar handilsavtalur við EU eins og við onnur lond og felagsskapir