15. juni 2026

Takk fyri Regin Berg!


Klokkan var 18.17.35 í gjárkvøldið h. 14. juni 2026, tá ein av propanadarøðarum muslima, p.t. vikarierandi tíðindaframleiðari og upplesari í Kringvarpi Føroyar, vælnøgdur bar omanfyri endurgivnu mergaðu takkarkvøðu sína fram til útvalda gest sín í kvøldartíðindasending útvarpsins.

Tá hevdi gesturin trúfastur, og sum best bar til og eftir munni spyrjarans, svarað einum vegleiðandi Ísraels- Trump og Netanyahuhatandi spurningi fyri og øðrum eftir í samfullar 13 minuttir og 9 sekundir av einari tíðindasending, ið vardi 18 min. og 56.

Fyribils og fyrstu spurningarnir mugu verða:

Er tað nú hent, tað, sum leingi hevur verið ávarða ímóti?

Hevur Kringvarpsleiðslan loksins givið skarvin yvir, slept endanum og yvirlatið høvuðstíðindaberara okkara í hendurnar á totalt ábyrgdarleysum, miðvíst manipulerandi og frítt politiserandi monnum og kvinnum?

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?