Stevnuskrá

Fíggjarmál

UfM ynskir:

  • at vinnan skal í stóran mun rekast á privatum hondum, so vit fáa ein kappingarføran marknað, uppgávan hjá tí almenna er at skapa neyðugu karmarnar fyri at vinnan skal kunna kappast og mennast
  • at tað almenna skal tryggja brúkaranum dygdargóða tænastu so brúkarin er væl kunnaður um síni rættindi
  • at marknaðurin skal tillagast, men ikki køvast
  • at vinnan er kappingarfør og tryggjar brúkaranum bestu vøru til besta prís

UfM ynskir, at íverksetan hevur góð kor, at tað verður lættari at seta egið virki á stovn, og at smærri fyritøkur hava góð kor at virka undir.

UfM vil virka fyri, at tað eisini skal loysa seg hjá teimum lág- og miðalløntu at arbeiða.

UfM ynskir at barnsburðarfarloyvi við løn verður longt til minst 1 ár.

UfM ynskir, at allar føroyskar kvinnur skulu hava rætt til barsilspening, og at eitt rættvíst minimum- og maksimumsgjald verður ásett.

Etisk mál

UfM ynskir at varðveita og styrkja hjúnabandið millum mann og kvinnu, ið er ein tann týdningarmiklasti grundarsteinurin í samfelagnum.

UfM ynskir at betra um korini hjá familjuni í Føroyum.

UfM ynskir at verja grundleggjandi rættin til lív hjá fostrinum. Vit vilja arbeiða støðugt fyri, at færri fosturtøkur verða framdar millum føroyingar.

UfM ynskir at varðveita íborna virði menniskjans og taka tí ikki undir við aktivari deyðshjálp

Útbúgving og mentan

UfM ynskir:

  • at fíggjarligi einkarættur kringvarpsins verður tikin av
  • at Public Service sáttmálin verður boðin út alment

UfM ynskir:

  • at játtanin til Fróðskaparsetur Føroya skal hækkast munandi
  • at áhaldandi fleiri útbúgvingar verða bjóðaðar út á Setrinum
  • at betra um møguleikan at taka lutvísar útbúgvingar og fjarlestur á Setrinum
  • at Setrið verður miðsavnað, so lestrarumhvørvið og útbúgvingarmøguleikarnir verða betri skipaðir
  • at betra frálæruna til útlendingar í Føroyum í føroyskan og føroyskari siðsøgu og mentan

Menningar- og Neyðhjálp

  • at Føroyar er virkið í altjóða samstarvinum fyri at hjálpa teimum, ið eru illa stødd
  • at Føroyar miðja ímóti at hækka menningarhjálpina til at røkka viðmælta stiginum hjá ST, ið er 0,7% av BTÚ
  • at Føroyar hjálpir fólki í krígsneyð í teirra nærumhvørvi

Heilsa og umhvørvi

  • at myndugleikarnir, í størst møguligan mun, reka ein virknan politikk til tess at minka um tubbaks-, rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu
  • at kravið um yvirskot hjá Rúsdrekkasølu Landsins verður avtikið, tí at tað er ímóti endamálsorðingini í rúsdrekkalógini
  • UfM ynskir, at landið skipar fyri tiltøkum, ið kunnu eggja til at borgarin velur ein sunnari livihátt

UfM ynskir:

  • at Føroyar førir ein virknan tilfeingis- og umhvørvispolitikk, ið tekur hædd fyri allari náttúru og tilfeingi í Føroyum. Virkað verður fyri, at Føroyar halda galdandi altjóða reglur og semjur um umhvørvisvernd og burðardygga veiðu
  • at akfør, ið dálka minni, skulu fáa avgjaldsfyrimunir. Hetta fyri at virka fyri minni útláti og reinari umhvørvi í Føroyum
  • at íløgur verða gjørdar í endurnýtslu, so endurnýtsla í mestan mun fer fram í Føroyum
  • at virka fyri at hvørt húski skal hava møguleika fyri at verða sjálvbjargið við el og hita
  • at kapping verður møgulig í el- og hitaframleiðsluni í Føroyum

UfM ynskir, at vit skulu varðveita Gudsgivnu náttúruna og djórini í henni.