Búskapur og arbeiðsmarknaður
Búskapur
- Skattastigin eigur at vera vaksandi, so breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.
- Skattligir fyrimunir skulu vera av at liva í hjúnalagi. Hjún verða skattað við helvtarbýti.
- Ungdómsuppsparing verður stuðlað.
- Ognarskattur á bústað verður ikki settur í verk.
- MVG eigur ikki at verða kravt av tilfari og arbeiðsløn til samkomu, ungdóms- og ítróttarhús.
- Feløg og grunnar við siðmennandi og vælgerandi endamálum eiga ikki at vera skattskyldug. Skattafrádráttur verður loyvdur fyri gávur til vælgerandi endamál.
- Miðað verður móti, at fíggjarlóg landsins skal altíð javnviga uttan lántøku til javnvág.
Arbeiðsmarknaðarmál
- Øll eiga lógartryggjaðan rætt til arbeiði.
- Allir landsins borgarar, ið ikki á annan hátt eru tryggjaðir undir arbeiðsloysi, eiga rætt til stuðul úr arbeiðsloysisskipanini, eisini fiskimenn. Hendan rætt eiga eisini parttíðarstarvssett, ið gerast arbeiðsleys.
- Arbeiðsmarknaðurin skal vera familjuvinarligur.
- Barnsburðarfarloyvið við løn eigur at verða víðkað til eitt ár.