23. apríl 2026

Miðflokkurin – landsfundurin 2026

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík

Miðflokkurin – landsfundurin 2026

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.

Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.

Skráin fyri landsfundin:

9:00                     Morgunmatur

9:45                     Andakt

10:00                  Aðalfundur og formansfrágreiðing

11:00                  Politiskt orðaskifti

12:00                  Steðgur og døgurði

14:00                  Almenn móttøka í samband við formansskiftið

16:00                  Liðugt

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu