1. juni 2026

Jenis spyr Eyðdis

Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?

Munnligur fyrispurningur
eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í orkumálum
Evni: Orkuskifti

Spurningar:


1. Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?


2. Nær kunnu hesi húski vænta, at lovaða trygdin og lovaðu átøkini verða framd í verki?

Viðmerkingar:

Í «samgonguskjali samgongunnar» undir orka og umhvørvi lesa vit, at samgonguflokkanir: vilja tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.

Her er talan um glæsiligar ætlanir og lyfti, ið mong munnu fegnast um og síggja fram til, serliga í teimum krevjandi tíðum, vit methøgum orkuprísunum, vit eru komin í. 


Fyri at kveikja kveikja undir vónina og vekja enn størri áhuga fyri orkuskiftum verður
hesin fyrispurningur settur.

 

Á Løgtingi, 31.05.2026
Jenis av Rana

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?