Viðtøkur Miðfloksins 

§ 1. Navn

Navn floksins er MIÐFLOKKURIN

 

§ 2. Endamál

Endamál floksins er at savna kvinnur og menn til arbeiðis fyri demokratiskum politikki, bygdan á kristnu lívsáskoðanina.

 

Stk. 2

Í stevnuskrá floksins, verða politisku ætlanir, og hugsjónir floksins lýstar.

 

§ 3. Limir

Øll, sum taka undir við endamáli og stevnuskrá floksins, kunnu gerast limir í flokkinum, við at tekna seg hjá floksstjórnini.

 

Stk. 2

Limagjaldið verður ásett á landsfundinum. Limagjaldið er ikki treyt fyri limaskapi, men ein fíggjarligur stuðul til flokkin.

 

§ 4. Landsfundurin

Landsfundurin er hægsti myndugleiki floksins. Innkalling til landsfund skal lýsast í bløðunum, minst 30 dagar frammanundan fundin. Fundurin verður hildin árliga í apríl mánaða.  Floksstjórnin kann útseta landsfundin til seinni sama ár, um serligar umstøður tala fyri tí. Floksstjórnarleiðarin stjórnar fundinum, til fundarstjóri er settur.

 

2. stk.

Allir limir í Miðflokkinum hava atkvøðurætt á landsfundi, tá teir hava verið limir í flokkinum í ½ ár.


 

3. stk.

Fundarskrá fyri landsfundin er hendan:

1.     Landsfundurin verður settur av floksstjórnarleiðaranum.

2.     Val av fundarstjóra og –skrivara.

3.     Frágreiðing frá farna árinum (politisk og felagslig)

4.     Framløga og orðaskifti.

5.     Møguligir gestarøðarar

6.     Val av floksstjórnarlimum: Tveir limir, og tveir tiltakslimir, verða valdir á hvørjum ári, fyri tvey ár.

7.     Val av grannskoðara.

8.     Áseta limagjaldið fyri komandi ár.

9.     Innkomin mál, sum floksstjórnin leggur fram.

10.  Ymiskt.

Fundarstjóri kann gera broytingar í raðfylgjuni í skránni, um hetta er neyðugt.

4. stk.

Landsfundurin tekur støðu til uppskot og møguligar broytingar í lóg og stevnuskrá.

 

5. stk.

Um ein limur floksins vil hava mál fyri landsfundin, skal málið vera floksstjórnini í hendi seinast 14 dagar áðrenn landsfundin. Mál, sum ikki er floksstjórnini í hendi áðrenn freistina, kann ikki leggjast fram á landsfundi, uttan floksstjórnin er samd um at leggja málið fram. Í øllum málum, undantikið lógarbroytingum, verða avgerðir tiknar við vanligum meiriluta millum tey møttu á landsfundi, sum hava atkvøðurætt.

 

6. stk.

Fundarbók skal førast yvir allar landsfundir.

 

7. stk.

Ein meiriluti av floksstjórnini kann kalla inn til eykalandsfund, ið skal lýsast minst 7 dagar frammanundan. Skrá fyri eykalandsfundin skal lýsast saman við lýsingini fyri fundin.

 

§ 5. Floksleiðsla og politiskt virksemið

Floksstjórnarleiðarin verður valdur millum limirnar í floksstjórnini, og verður valdur av floksstjórnini (sí annars §6 stk. 1). Floksstjórnarleiðarin hevur hægsta myndugleika í floksstjórnini. Sami persónur kann ikki vera floksstjórnarleiðari og formaður. Undantikið formannin, kann politiska manning floksins ikki vera partur av floksstjórnini.

 

2. stk.

Formaður Miðfloksins verður valdur millum politisku umboð floksins, sum eru tingfólk og landsstýrisfólk floksins. Um politisku umboðini eru einmælt samd um at velja ein formann, er hesin valdur formaður. Er meir enn eitt valevni til formanssessin, verður skipað fyri atkvøðugreiðslu, har hvørt av politisku umboðunum, og hvør av limunum í floksstjórnini hevur eina atkvøðu. Floksstjórnarleiðarin ásetur tíð og stað, við rímiligari freist, har atkvøðugreiðslan fer fram.

 

3. stk.

Floksstjórnin hevur leiðsluna og ábyrgdina av virksemi floksins millum landsfundirnar. Floksstjórnin hevur ábyrgdina av, at landsfundarsamtyktir verða fylgdar, leiðir felagsliga arbeiðið, setur nevndir, krevur inn og umsitur pening floksins eftir teimum reglum, sum landsfundurin hevur góðkent.

4. stk.

Formaður Miðfloksins hevur myndugleika at umboða flokkin í øllum politiskum viðurskiftum, og at úttala seg vegna flokkin. Formaðurin skipar politiska virksemið, í samstarvi við floksstjórnina og politisku umboð floksins.

 

5. stk.

Tá størri politiskar avgerðir skulu takast, skal formaðurin kunna floksstjórnarleiðaran, og um neyðugt, skal floksstjórnin hava møguleika at viðgera málið, og koma við sínum viðmerkingum. Tá landsstýrisfólk skulu setast, verða hesi vald av floksstjórn og politisku umboðunum í felag.

 

§ 6. Floksstjórnin

Í floksstjórnini eru 6 limir. Fýra floksstjórnarlimir verða valdir av landsfundinum, og eru hesir valdir fyri 2 ár hvørja ferð. Ung fyri Miðflokkin velur ein lim, og formaðurin er fastur limur. Floksstjórnin skipar seg sjálv eftir hvønn landsfund, við floksstjórnarleiðara, varaleiðara, kassameistara og skrivara. Floksstjórnin kann velja sama persón at røkja meir enn eitt embæti. Floksstjórnin kann velja at lata politiska skrivaran røkja skrivaraembætið í nevndini.

 

2. stk.

Floksstjórnin setur starvsfólk floksins og ásetur arbeiðsøki, og lønar- og starvstreytir teirra.

 

3. stk.

Floksstjórnarleiðarin innkallar floksstjórnina til fund, og skipar fundarvirksemið. Tríggir nevndarlimir í felag, kunnu eisini innkalla til fund. Allir floksstjórnarlimir skulu vera innkallaðir, og minst helmingurin av limunum skulu vera til staðar, um floksstjórnin skal vera viðtøkufør. Umframt floksstjórnina, innkallar floksstjórnarleiðarin vanliga tiltakslimirnar og politisku umboðini at luttaka á floksstjórnarfundum, tó uttan atkvøðurætt.

 

4. stk.

Ein meiriluti av floksstjórnini kann við undirskrift síni, binda flokkin í felagsligum viðurskiftum og avtalum. Floksstjórnarleiðarin og formaðurin í felag, binda flokkin í fíggjarligum viðurskiftum.

 

5. stk. 

Floksstjórnin skal m.a.:

1.     Góðkenna grannskoðaðan roknskap og fíggjarætlan fyri virksemi floksins

2.     Taka støðu til limaskap

3.     Góðkenna uppstilling floksins til val

4.     Fyrireika landsfundirnar, og uppskot at leggja fyri landsfundirnar

 

6. stk.

Um tað stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu í floksstjórnini, er atkvøðan hjá floksstjórnarleiðaranum avgerandi.

 

7. stk.

Fundarbók skal førast yvir allar floksstjórnarfundir.

 

 

§ 7. Burturvísing

Limur, ið mótarbeiðir endamáli floksins, ella ikki fylgir flokssamtyktum og/ella felagslógum, kann missa sín limaskap í flokkinum.

 

2. stk.

Avgerð hesum viðvíkjandi verður tikin av floksstjórnini, og er endalig.

 

§8. Lógarbroytingar

Henda lóg kann broytast á landsfundi, tá minst 2/3 av teimum møttu, ið hava atkvøðurætt, atkvøða fyri. Uppskot til lógarbroytingar skulu vera floksstjórnini í hendi, minst 14 dagar áðrenn landsfund.

 

Soleiðis samtykt á landsfundi 25-10-2008.