Stevnuskrá

Stýrisskipan

Í øllum spurningum og avgerðum eigur føroyska tjóðin at hava fullan avgerðarrætt og ábyrgd.
 
Flokkurin byggir á fólkaræðisliga skipan, har íbúgvarar landsins gera sína ávirkan galdandi við at:

  • velja løgting, sum er hægsti myndugleiki luttaka í fólkaatkvøðu
  • vera ráðgevandi hjá politiskum/umsitingarligum myndugleikum.

Greiður skilnaður má vera millum lóggevandi og útinnandi valdið.
 
Ein uppgerð, sum til fulnar lýsir øll fíggjarlig viðurskifti millum Danmark og Føroyar, herundir teir fíggjarligu fyrimunir Danmark hevur notið Føroya vegna í NATO felagsskapinum, eigur skjótast at verða gjørd.

Millumtjóða samstarv 

Flokkurin er ímóti ES-limaskapi. Samarbeiði okkara við onnur lond  eigur at byggja á sjálvstøðugar handils- og fiskivinnuavtalur við allar heimsins tjóðir.
 
Samstarvið í útnorði og við norðurlond skal mennast.
 
Miðvíst eigur at verða virka fyri samstarvi við aðrar tjóðir á teim kunnleikaøkjum vit eru bestir til. “know-how”, sum t.d. á sjóvinnuøkinum.
 
Kærleiksboðið gevur okkum skyldu til at veita teimum hjálp, ið eru verri fyri, bæði innanlands og uttanlands. Tí eigur landið at veita eina virðiliga neyð-/menningarhjálp. 
 
Føroyar stuðla Ísrael í stríði landsins fyri tryggleika og friði.

Kommunumál

Samanlegging av kommunum til størri eindir kann bert verða framd eftir fólkaræðiligum ynskjum hjá borgarunum í umfataðu kommunum
  
Neyðugt er við samarbeiði millum kommunurnar m.a. í tekniskum, sosialum, heilsuligum, samferðsluligum, brunahjálpar- og brunatrygdarligum spurningum, har uppgávurnar vegna miðspjaðing verða øktar. 
  
Tá uppgávur verða fluttar millum land og kommunu skal fíggingin altíð at fylgja við.
  
Kommunur skulu kunna luttaka í vinnulívinum á staðnum, har tað er neyðugt at tryggja arbeiðspláss.

Fíggjar- og búskaparmál 

Skattastigin eigur at vera vaksandi, so breiðastu herðarnar bera tyngstu byrðarnar.
 
Skattligir fyrimunir skulu vera av at liva í hjúnarlagi. Hjún verða álíknaði av helvtarbýti av skattskyldugu inntøkuni. 
 
Ungdómsuppsparing verður stuðlað. 
 
Ognarskatturin verður ikki settur í verk.
 
MVG eigur ikki at verða kravt av tilfari og arbeiðsløn til samkomu-ungdóms-  og  ítróttarhús. 
 
Feløg og grunnar við siðmennandi og vælgerandi endamálum eiga ikki at vera skattskyldug. Skattafrádráttur verður loyvdur fyri gávur til vælgerandi endamál. 
 
Miðað verður móti, at fíggjarlóg landsins skal altíð javnviga uttan lántøku til javnvág.

Arbeiðsmarknaðarmál

Øll eiga lógartryggjaðan rætt til arbeiði. 
 
Allir landsins borgarar, ið ikki á annan hátt eru tryggaðir undir arbeiðsloysi, eiga rætt til stuðul úr arbeiðsloysisskipanini, eisini fiskimenn. Hendan rætt eiga eisini parttíðarstarvssett, ið gerast arbeiðsleys. 
 
Arbeiðsmarknaðurin skal vera familjuvinarligur.
 
Barnsburðarfarloyvið við løn eigur at verða víðka til eitt ár.

Vinnulív 

Flokkurin ásannar, at grundarlagið fyri framhaldandi vælferð hjá borgarum landsins er eitt sterkt og vælskipað vinnulív, og tí er neyðugt at reka ein virknan og skynsaman vinnulívspolitikk.

Vinnulívið skal vera so væl skipað, at arbeiði altíð er til allar arbeiðsførar hendur. 
 
Miðað verður ímóti at skapa fortreytir hjá vinnulívinum á landi at framleiða til útflutnings. 
  
Vinnulívið eigur at vera á privatum hondum, og tað, sum ikki ber seg, skal ikki fá almennan stuðul uttan í serligum førum. Tað almenna eigur tó í eini uppbyggingartíð at ganga á odda við at seta nýtt ídnaðarvirksemi í gongd, og peningur skal setast av á fíggjarlógini til ígongdseting av tílíkum virksemi.

Almennur partapeningur skal kunna seljast yvir á privatar hendur.

Almenn arbeiði eiga í øllum førum at verða gjørd av føroyskum fyritøkum, har tað er gjørligt. Føroyskar fyritøkur eiga í øllum førum at verða tiknar framum útlendskar fyritøkur. 
 
Tað almenna skal seta á stovn eina vinnulívsstýrda marknaðardeild, sum hjálpir vinnulívinum at finna nýggjar marknaðir og at marknaðarføra vørurnar. Eitt miðvíst arbeiði skal gerast fyri at finna nýggjar marknaðir uttanfyri ES, soleiðis at vit sum tjóð til eina og hvørja tíð ikki verða nærri knýtt at hesum felagsskapi, enn vit sjálvi ynskja. 
  
Flokkurin er ímóti ES-limaskapi og er somuleiðis ímóti handilsavtalum við lond og felagsskapir, sum hava til endamáls at binda okkum so tætt, at vit ikki hava frælsi til at stýra okkara egnu viðurskiftum á øllum økjum. 
  
Einkarrættarskipanir verða avtiknar. 
  
Virkast skal fyri góðum og tryggum arbeiðsumhvørvi. 
  
Ferðavinnan má mennast. 

Búskapargrunnur verður settur á stovn, har møguligar oljuinntøkur og aðrar óvanligar inntøkur, verða fluttar.

Fiskivinna og aling

Fiskivinnan, sum er høvuðsvinna okkara, skal í mest møguligan mun vera á privatum hondum og óheft av landskassanum.
  
Ásannandi, at havið rundan um okkum og tey virðir, sum í tí eru, er ogn hjá øllum Føroya fólki, eigur serligur dentur at verða lagdur á stovnsrøkt. Soleiðis eiga stovnarnir at verða vardir ímóti ovurfisking.
  
Virka verður fyri at varðveita og um gjørligt útbyggja veiðirættindi okkara í fremmandum sjógvi, og fiskiroyndir í fremmandum høvum verða stuðlaðar.  
  
Ágóðin av sølu av tilfeingisrættindum eigur í eini líðandi tilgongd at gerst partur av inntøkum landskassans, tó uttan at beinleiðis tilfeingisrenta verður løgd á vinnuna

Orku- og umhvørvismál

Vetnis-, aldu- og vindorkuroyndir og útbyggingar eiga miðvíst at verða stuðlaðar av tí almenna.  
  
Skipan við differentieran av oljuavgjaldinum eigur aftur at verða sett í verk.     
  
Ásannandi, at dálkingarvandin er ein stór hóttan móti øllum livandi, er tað av alstórum týdningi, at arbeitt verður miðvíst við dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum. 
  
Grunnur til fígging av dálkingarfyribyrgjandi tiltøkum verður settur á stovn. 
  
Tað skal ikki loysa seg at dálka, og skal tí tann, ið dálkar, bera kostnaðin av hesum og fáa sekt. 
  
Endurnýtsla verður miðvíst stuðlað   
  
Orka eigur at leggjast í at stríðast ímóti lívsoyðandi dálkingarhóttanum uttaneftir, og eigur hetta eisini at gerast í samarbeiði við onnur lond og felagsskapir.

Etiskir Spurningar

Lívið er Gudgivið og byrjar við gitan, og eigur tí lógin at verja tað ófødda barnið.

Felagsskapir, ið veita ráðgeving og hjálp til tess at fyribyrgja fosturtøku, eiga at fáa bestu umstøður at virka undir.  

Bert fosturvatnskanningar, sum hava til endamáls at diagnostisera og skapa grundarlag fyri møguligum viðgerðum verða loyvdar. 
  
Deyðshjálp, aktiv ella passiv, er at meta sum dráp og er tí ikki loyvd.

 

Familjumál

Flokkurin tekur undir við yvirlýsingini hjá ST um mannarættindi art.16. stk.3:
"Familjan er tann náttúrligi og grundleggjandi eindarbólkurin og hevur krav uppá verju og stuðul samfelagsins og landsins."

Familjan er hornasteinurin í samfelagnum, og lóggávan má verja heimið.
 
Hjúnarbandið er Gudgivni hátturin fyri samlívi millum mann og kvinnu. Lóggávan eigur tí at stuðla hesi skipan.

Familjuni verða tryggjaðar tær bestu umstøður, soleiðis at trygg heim og góðir uppalingarmøguleikar hjá børnum og ungum eyðkenna tað føroyska samfelagið.
 
Brekaðum, sjúkum og gomlum eiga somuleiðis at verða tryggjaðar umstøður at vera heima hjá familjuni longst gjørligt.

Flokkurin er ímóti fosturtøku, men gongur inn fyri upplýsing, ráðgeving og stuðli til teirra, ið børninin bera.

Lógin um fosturtøku eigur at broytast til bert at fevna um fosturtøku, tá lív stendur móti lívi.
 
Í samband við barnsburð og/ella ættleiðing eiga allar kvinnur at hava somu sømdir á øllum økjum. 
  
Foreldrum eigur at standa í boði valmøguleikin at ansa børnum í egnum heimi. Tann heimaarbeiðandi mamman skal ikki verða noydd út at arbeiða.

Ásannandi skaðiligu árinini av rúsdrekkamisnýtsluni eigur ein virkin alkoholpolitikkur at verða rikin við tí eindmáli støðugt at minka um alkoholnýtsluna. Tað almenna eigur at ganga á odda, soleiðis at almennar veitslur og móttøkur vera rúsdrekkafríar.

Miðvís upplýsing í almennu fjølmiðlunum um skaðar av alkohol- og narkotikanýtslu eigur at fáa rúmar ræsur. Somuleiðis eigur miðvís upplýsing um henda vanda at verða framd innan skúlans gátt
 
Munagóður stuðul eigur at verða veittur felagsskapum, ið virka móti siðamisbroti og fylgjum av slíkum ágangi 
  
Heimleysum eiga virðiligir bústaðarkarmar at verða veittir í samstarvi við, ella beinleiðis ígjøgnum, verðandi hjálparfelagsskapir
  
Peningur, ið tað almenna veitir sum stuðul til ansing av børnum, eldri ella á ymiskan hátt tarnaðum, eigur at fylgja brúkaranum.

Bústaðarpolitikkur

Bústaðarpolitikkurin skal vera familjuvinarligur. Góður og rúmligur bústaður er av størsta týdningi fyri eitt sunt familjulív og fyri menningina hjá einstaklinginum. 
  
Øll hava rætt til góðan bústað. Tann einstaki borgarin skal hava  møguleikan at velja sær sín egna bústað grundað á persónlig, familjulig og fíggjarlig viðurskifti. 
  
Húsalánsgrunnurin verður umskipaður til at kunna fíggja- og stuðla undir alternativ bústaðarmynstur.   
  
Viðurskiftini á leigumarknaðinum verða skipað við lóg

Frítíð og ítriv

Ítróttur og annað ítriv, sum er sunt og gagnligt fyri fólk, skal hava bestu umstøður av virka undir.    
  
Frítíðar- og áhugafeløg fyri fólk í øllum aldri, sum virka til frama fyri gagnligt, nyttulig og heilsufremjandi endamál, eiga at hava bestu umstøður at virka undir.

Heilsumál 

Øllum borgarum landsins eigur tilboð um bestu heilsu- og sjúkrarøkt at standa í boði.    
  
Dentur skal leggjast á fyribyrgjandi virksemi, og eigur miðvís upplýsing um heilsufremjandi tiltøk at mennast. 
  
Miðvíst eigur at vera arbeitt ímóti rúsevnismisnýtslu 
  
Primera heilsutænastan eigur at útbyggjast, og virkast skal fyri, at brúkarin í størst møguligan mun kann vera í egnum umhvørvi. Døgnvaktarskipan hjá nærhjálpini verða at seta í verk um alt landið. 

Heilsuverkið og verandi sjúkrahús skulu fáast at virka sum ein eind og útbyggjast samsvarandi hesum.    
  
Upplýsing um sjúkuna AIDS eigur at fremjast í trá við Bíbliunnar áskoðan um samlív millum mann og kvinnu.
  
Allir sonevndir alternativir viðgerðarhættir mugu kannast til grundar, áðrenn loyvi verður givið til praktiseran, fyri at tryggja samfelagið móti teimum av hesum, sum hava røtur í heidnum/okkultum/eysturlendskum mentanum.
  
Einrøktan, t.e. cloning, eigur ikki rúm í einum kristnum samfelagi, og royndir á hesum øki eiga tí at verða bannaðar.

Almannamál

Góð lívskor verða tryggjað øllum, sum vegna aldur, sjúku, óhapp v.m. ikki eru før fyri at tryggja sær hetta sjálvi. 
 
Miðspjaðing av sosialu fyrisitingini eigur at fremjast. 
 
Gomlum og sjúkum eiga at verða skaptir møguleikar, so tey kunnu verða  í egnum umhvørvi so leingi til ber.  
 
Fíggjarligur møguleiki eigur at bjóðast avvarandi at hjálpa óhjálpnum, og døgnvaktarskipan eigur at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí. 
 
Umlættingarmøguleikar eiga at standa øllum í boði, sum hava tørv á tí.
 
Vardar íbúðir eiga at vera ein valmøguleiki hjá eldri og brekaðum.
 
Brúkarin eigur at fáa størri ávirkan á ætlanir og menning innan almannaøkið.

 

Serforsorgin verður skipað í hókandi eindum kring landið, og eiga skúla-,  arbeiðs- og bústaðarmøguleikar at standa í boði í nærumhvørvi brúkarans.     
 
Í menningini av samfelagnum eigur hædd at takast fyri borgarum, ið hava brek. Soleiðis má ótarnað atgongd verða til almennar stovnar og tænastur.   
  
Endurútbúgvingarmøguleiki eigur at standa øllum við serligum tørvi í boði. 
  
Øllum pensionistum verða tryggjaðar virðiligar fíggjarligar umstøður á lívskvøldinum. 
    
Rørslutarnaðum eiga at standa mannsømiligir íbúðar-, frálæru- og arbeiðsmøguleikar í boði.

Samferðslan

Hædd skal verða tikin fyri teimum menniskjaligu virðunum, tá íløgur og útbyggingar gerast á samferðsluøkinum. Samferðslan er til fyri menniskjunnar trivnað og vælferð, og tí eigur dentur at verða lagdur á TRYGD hins einstaka, so mannalív verða spard. 
 
O- hugsjónin eigur at vera málið, ið virkað verður eftir á øllum samferðsluøkinum.    
 
Broytingar og ný- og útbyggingar eiga altíð at verða gjørdar við atliti at rørslutarnaðum.    
 
Miðað verður móti privatisering á øllum økjum innan samferðsluna, so hon so við og við verður óheft av landskassanum. Tó er neyðugt at halda uppi ávísum flutningstænastum til útjaðarøkir fyri landsins rokning sum ein liður í bygdarmenning

Skúli og útbúgving

Fólkaskúlin skal geva børnunum møguleika at menna seg til frælsar, sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar borgarar við neyðugari grundvitan og við einum sunnum hugburði. Fólkaskúlin, sum er eitt tilboð til børnini og ein partur av teirra uppaling, skal leggja dent á, at frálæran fer fram í neyvum samráði við foreldrini og við einum greiðum ábyrgdarbýti millum heim og skúla.

Frálæran í Fólkaskúlanum verður skipað við útgangsstøði í tí einstaka næminginum, og frálæran verður tillagað mest møguligt tí støði, hvør einstakur næmingur er á. Skiftið frá ansingarstovni til skúla eigur at samskipast við einum tættari samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar tey fyrstu skúlaárini hjá barninum. Alt frálærutilfar eigur at vera á føroyskum 

Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir frálærutilfari, og eigur frálæran á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi. Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni. 

Reglulig morgunandakt eigur at vera í øllum fólkaskúlum, og frítt eigur at vera hjá næmingum at skipa fyri bøn og andakt í fríkorterum.

Til tess at skapa trygd fyri einum fjølbroyttum útbúgvingartilboði, eiga frískúlar, íð byggja á bíbilska grundstøðið, at vera stuðlaðir eins og aðrir mennandi skúlar. Kvøld- og frítíðarfrálæra eigur at hava bestu umstøður. 
 
Øll lesandi eiga sama rætt til lestrar- og uppihaldsstuðul, uttan mun til hvar í heiminum tey fáa sær útbúgving.   
 
Skúlaskipanin skal gerast einfaldari, og størri avgerðarrættur skal liggja hjá einstaka skúlanum, so umsiting og fyrisiting verður einføld, liðilig og ódýr. 
 
Næmingum í fólkaskúlanum eigur at standa í boði frálæra í deyvamáli og blindaskrift.
 
Stuðul verður givin til bíbliuskúlar og til bíbliuskúlanæmingar á sama hátt, sum til annan lesnað.
 
Musikkskúlaskipanin verður stuðlað, so hon verður før fyri at veita øllum áhugaðum næmingum sang- og tónleikafrálæru.

Mentan og list

Mentunnarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.
 
Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan.
 
Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum. 
 
Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki. 
 
Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"
 
Almenna Kringvarpið eigur at vera tikið av, og núverandi uppgávur tess eiga at vera útbjóðaðar til privatar støðir gjøgnum sokallaðar Public Service sáttmálar. 
 
Lokal sjón- og útvarp, sum eru lyndismennandi og uppbyggjandi, eiga at fáa bestu kor at virka undir.