29. oktober 2025
Rósa Tyril Gaardlykke fyri Steffan.
Í hesum døgum røkir Rósa Tyril Gaardlykke sæti á Føroya Løgtingi.
Steffan Klein Poulsen er í arbeiðsørðindum á ST fundi í USA. Í meðan hann er burturstaddur, røkir Rósa sessin hjá Steffani.
Hetta er fyrstu ferð, at Rósa tekur sæti á Løgtingi.
Rósa er ættað úr Norðagøtu, men er búsitandi í Saltangará. Hon er útbúgvin sum sjúkrarøktarfrøðingur og hevur eisini eina MSc í Heilsuvísindi.Rósa hevur stillað upp tvær ferðir til Løgtingsval. Hon fekk 38 atkvøður í 2019 men 93 atkvøður í 2022.
Tann fyrsta kvinnan sum umboðaði Miðflokkin á Tingi var Charlotta Á Váli Olsen; tað var í 2002.
Síðan sat Jórun Pólsdóttir á Løgtingi eitt tíðarskeið í 2025.
Sostatt er Rósa Tyril Gaardlykke - Miðflokkurin triðja kvinnan, sum umboðar Miðflokkin á Føroya Løgtingi.
Tíðindi
15. juni 2026
Takk fyri Regin Berg!
1. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík