16. mars 2020

Tí hava vit álit á myndugleikunum

Tað eru sera nógvar meiningar um, hvussu myndugleikarnir eiga at loysa avbjóðingarnar við korona-virusinum.

Nøkur finnast at og onnur taka undir við átøkunum.

Tað er ikki av ongum, at tað eru nøkur av teimum fakliga sterkastu fólkunum, sum stýra átøkunum. Tað er epidemikommissión, sum hevur avgerandi orðið. Tey, sum manna epidemikommissiónina eru landfútin, landslæknin, landsdjóralæknin, stjórin á Gjaldstovuni, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni umframt tríggir limir, valdir av
landsstýrinum, mær vitandi 3 aðalstjórar.

Tá vitanin og fakligi kunnleikin, sum hesi høgt útbúnu fólkini hava, alt verður lagt á sama borð, er tað neyvan nakar í hesum landi, sum samanlagt veit meiri enn hesi tilsamans.

"Um einhvør tykist at kenna nakað, tá kennir hann enn ikki soleiðis, sum hann eigur at kenna tað," skrivar hin vísi Paulus til Korintmenn. Seinni skrivar hann eisini, at "vit skyna í pørtum". Soleiðis eru vit menniskjur innrættað, at vit síggja best okkara egna útsýni, og hava trupult við at síggja tað, sum onnur síggja.

So hvørt, sum átøkini verða kunngjørd og so hvørt sum upplýsingarnar koma fram, gerist eg alsamt meiri fegin um, at vit hava so mong skilagóð og fakliga sterk fólk í Føroyum. Og eg fegnist um, at okkara landsstýri og hvørt einstakt landsstýrisfólk hava víst virðing fyri avbjóðingunum og teirri ráðgeving, sum áhaldandi verður givin.

Bill Justinussen

Myndina eigur: in.fo (Álvur Haraldsen)

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins