9. november 2026

Kunning í samband við umbønina hjá Hervør um at atkvøða fosturtøkumálið úr Rættarnevndini

Í samband við umbønina hjá Hervør Pálsdóttir um at atkvøða fosturtøkumálið úr Rættarnevndini í dag, so sendi eg øllum Løgtingsfólkunum viðheftu skriv í gjárskvøldið.

 

Hetta forklárar støðuna í Rættarnevndina og hví eg haldi tað vera órímiligt, at taka málið frá Rættarnevndini hóast tingskipanin loyvir hesum.

 

Góðu Løgtingsfólk

Í samband við at tað er umbiðið at fáa lm. 15 (fosturtøkulógin) atkvøtt úr Rættarnevndini í morgin, so vil undirritaði gera vart við hesi viðurskifti.

Viðvíkjandi hoyringum í nevndini, so er rætt at staðfesta, at málið er fult upplýst og at tað tí ikki er neyðugt við fleiri innkallingum.

Hinvegin, so kunnu vit ikki staðfesta, at næsti liðurin í tilgongdini er fullgjørdur. Tað er sjálv politiska viðgerðin. Ikki tykkum at siga, so krevja summi mál minst líka nógva politiska viðgerð sum “fakliga” viðgerð. Tað, sum eisini er heilt serligt fyri hetta málið, er at flestu flokkar frístilla sínar tingbólkar til at atkvøða eftir egnari sannføring og harvið gerst politiska tilgongdin enn fløktari.

Undirritaði heldur tað tí vera sera órímiligt, at málið verður tikið frá Rættarnevndini mitt í einari politiskari tilgongd, har broytingaruppskot og annað er til viðgerðar. Fyrst av øllum vildi undirritaði ynskt, at Løgtingsformaðurin gav Rættarnevndini longri freist og í øðrum lagi at samlaða Løgtingið vísti virðing fyri politisku viðgerðini í Rættarnevndini. Málið er í skrivandi stund bert farið 4 dagar yvir freistina.

Undirritaði kann í hesum sambandi vísa til lm. 5: Uppskot til løgtingslóg um stutttíðarleigu av bústøðum í Trivnaðarnevndini, sum fekk freist til 9. oktober. Málið í Trivnaðarnevndini er sostatt farið 30 dagar út um givnu freistina og onki álit er lagt fram enn. Ongin hevur gjørt nakað burturúr hesum og undirritaði heldur sjálvur hetta vera í lagi, tí tað hava helst verið politiskar tingingar um “stutttíðarleiguna” og tá er ikki meira enn rímiligt, at Trivnaðarnevndin fær neyðugu tíðina til at avgreiða málið á nøktandi hátt.

Hóast tað ikki er brot á tingskipanina at taka málið frá Rættarnevndini, so heldur undirritaði at hetta er órímiligt. Samstundis er undirritaði sannførdur um, at §32, stk. 2 og 3, í tingskipanini í høvuðsheitum var samtykt fyri at fyribyrgja, at løgtingsnevndir tilætlað ella ótilætlað “løgdu hald” á mál, so at tey eitt nú fullu burtur á sumri, og ikki til eina slíka støðu sum hesa (sí viðhefta skriv).

Her at enda, so er tað púra ólogiskt, at Miðflokkurin skuldi farið og lagt hald á sítt egna mál. Tað einasta, vit ynskja, er at málið fær eina virðiliga viðgerð og at atkvøðugreiðslan fer fram undir røttu fortreytum.

 

Vinaliga

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður

 

---

 

§32 (fyrr §35). Tað áliggur nevndarformanninum at gera nevndararbeiðið skjótast gjørligt. Løgtingsformaðurin kann altíð krevja skrivliga ella munnliga frágreiðing frá nevndarformanninum um, hvussu gongst við arbeiði nevndarinnar.

Stk. 2. Nevnd, sum mál er beint í, skal lata Løgtinginum álit í seinasta lagi 1 mánað eftir, at hon fekk málið beint frá formanninum. Álit um uppskot landsstýrisins til løgtingsfíggjarlóg skal tó verða latið Løgtinginum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir, at uppskotið var beint í fíggjarnevndina. Løgtingsformaðurin kann leingja frestina eftir áheitan frá nevndarformanni.

Stk. 3. Um so er, at álit ikki er framlagt innan frestina, nevnd í stk. 2, er tingfólki heimilað skrivliga at krevja, at formaðurin setir spurningin til atkvøðugreiðslu, um tingviðgerðin skal halda fram, hóast einki álit er latið.

 

Serliga viðmerkingar

Viðvíkjandi § 35:

Greinin stk. 1 er avskrift av § 8 stk. 8 í tingskipan fólkatingsins.

2. og 3. stk. eru nýggj og byggja á ta sannroynd, at nevndararbeiðið gongur ov seint, og at tað ber á, at einki álit verður latið úr nevnd, áðrenn løgtingið fer í summarfrí. Eisini ber á, at nevndirnar viðgera als ikki mál um heystið og veturin, men so taka nógv mál um várið til viðgerðar, har nóg nógv mál longu frammanundan eru at taka sær av.

Birt verður uppundir, at álit skal verða latið innan ein mánað. Hetta er tó heldur stutt frest til fíggjarlógarviðgerðina, og her er frestin sett til 2 mánaðir. Føri kunnu vera í rúgvumiklum lógaruppskotum, at ein mánaður er ov stutt frest, og tí verður heimilað løgtingsformanninum eftir umbøn frá nevndarformanni at leingja frestina.

Um so er, at einki álit er latið innan frestina, kann ein og hvør tingmaður krevja, at løgtingið atkvøður, um tingviðgerðin skal halda fram og einki álit er. Tak t.d. mál, sum beint er í nevnd ímillum 1. og 2. viðgerð, og har einki álit er latið innan frestina. Tá kann ein og hvør tingmaður krevja, at formaðurin setur til atkvøðugreiðslu spurningin, um farið skal verða undir 2. viðgerð við ongum áliti. Verður hetta samtykt, verður hildið á við ongum áliti, og broytingaruppskot, sum viðgjørd verða, eru tá bara frá vanligum tingmonnum.

Ger eingin tingmaður vart við seg og krevur spurningin um fram-haldandi viðgerð settan til atkvøðugreiðslu, so fær tað, at frestin í stk. 2 ikki er hildin, onga avleiðing fyri málið. - Málið kemur so til viðgerðar, tá ið álit verður lagt á tingborð, ella verður einki álit lagt fram, so fellur málið burtur eftir regluni í stýrisskipanarlógini § 15 stk. 3.

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?