Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Eg fari at biðja um loyvi at byrja við einum ørindi úr Bíbliuni, talan er um eitt brot, sum løgmaður vísti til í ólavssøkurøðu sínari:
Í 1. Timoteusarbrævi (kapittul 6, vers 10) lesa okur, úr týðing Viktor Danielsens: ”Tí peningakærleiki er rót til alt ilt”; Jákup Dahl nágreinar hetta í týðing sínari til: “tí at peningagirndin er rót til alt tað, sum ilt er, (rót til alt tað, sum ilt er)”.
Ómetaliga gott, at hetta verður tikið fram í løgmansrøðuni í sambandi við rúsevnissorgarleikin, sum tíverri bert tykist vaksa. Ein óhugnalig hóttan, og júst sum Orð Guds sigur, borin av peningakærleika, av peningagirnd.
Føroyskir oddamenn
Tað ber ikki til, harra løgmaður, harra formaður og góðu løgtingsfólk, at vit ikki kunnu finna oddamenn aftanfyri stóru sorgarleikirnar í lítla landi okkara. Sorgarleikirnir mugu kunna steðgast, og eg eri ikki samdur við løgmanni, tá hann kókar tað niður til at: «bakmenn í útlendskum harkaliðum misnýta ungar og viðbreknar føroyingar til hetta». Tí tíverri sita, uttan iva, fleiri enn ein føroyskur vælgøddur bakmaður og gleðist yvir at hoyra slíkan naivitet, meðan aðrir, ja veikir føroyingar, sum løgmaður nevnir teir, ganga bebbaræddir og tora ikki at avdúka hesi bakbeist!
Gerðir heldur enn orð
Harra løgmaður, hetta er ikki fyrstu ferð vit í politiska heiminum tosað um hendan sorgarleikin, men meira skal til enn at endurframføra orðingar í einum samgonguskjali- her má kjøt á borðið- hvussu og hvat kann og skal gerast og nær, og føroyingar mugu finnast, sum tora at standa fram og avdúka teir seku.
Men lat meg minna á- at loysnin er ikki at búra ungar føroyingar inni, saman við garvaðum rúsevnabrotsmonnum, tað loysir ongar trupulleikar, men skapar fleiri. Fylgið ráðunum frá serkønum, sum mæla til viðgerðar- og okur kundu eisini sagt- endurreisingardómar sum verandi leiðin fram!
Og við løgmann, sum spyr, vil je svara, at: tíðin langt síðani komin til at politiski myndugleikin- í samráð við løgregluna, setur í verk serstøk átøk móti skipaðum brotsverkum og harkaliðum. Har fær samgongan fullan stuðul frá Miðflokkinum!
Elefanturin í rúminum
Men, harra formaður, stóri vandin og elefanturin í rúminum er og verður kærleikin til rúsdrekka, hetta eiturið, sum hvønn dag oyðileggur menn, kvinnur og børn í hópatali í Føroyum!!!
• Miðal livialdurin hjá teimum, sum eru bundin av rúsdrekka, styttist við 24- 28 árum.
• Børn, sum vaksa upp í familjum, har rúsdrekka hevur ræðið, eru í fimm ferðir størri vanda fyri at verða sett heiman enn onnur børn.
• Mett verður, at væl fleiri enn 1200 føroysk børn vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum.
• Hvørt ár doyggja gott og væl sjeyti føroyingar vegna rúsdrekkanýtslu.
• Mett verður, at “ovurnýtslan” av rúsdrekka kostar samfelagnum hundratals (>125) mió. árliga.
• Nærum øll likamsorganir verða skadd og spakuliga oyðiløgd av rúsdrekka, og hetta, úr helheimi senda eitrið, er nær tengt at fleiri enn 200 sjúkum.
• Lat meg úr rúgvuni nevna hjartasjúkur, høg blóðtrýst, í minsta lagi sjey krabbameinssjúkum, livraoyðileggjanir, demens- og ja, okur kundu hildið á í tímavís at tosa um oyðileggingarnar sum rúsdrekkanýtarar stríðast við.
• Og so harðskap, yvirgang, óhapp og arbeiðsvanlukku, sum eru trúfastir fylgisveinar hjá rúsdrekka og tess brúkarum.
Men hetta tiga sjálvt vælvitandi skilafólk um, flestu flenna býttisliga, meðan onnur gerast óð, tá víst verður á vandan- hví man tað verða- ring samvitska kanska???
------------------------------ -----------------------------
Eitt vakurt brot úr røðuni
Harra formaður- loyvi mær at lesa úr einum vøkrum broti úr løgmansrøðuni, brot, sum gleddi mítt hjarta, sum eg fylgdi við røðuni í skjalinum, men gleðin minkaði tó, hvarv heilt, og broyttist til sorg, tá upplesturin var liðugur.
Brotið lesa okur á s. 6 í røðuni:
«Tað mennist, tá ið allir føroyingar hava møguleika at festa røtur, vaksa og seta sín egna dám á framtíðina (her skrivaði je spontant, yes- hann meinar við ófødda barnið)- og je gleddist sum je læs víðari, at:
***
júst tað at festa røtur byrjar við einum staði at hoyra til.
Einum heimi.
Einum bústaði.
Í dag kenna ov nógv fólk, at leiðin til egnan bústað er ov long og tung.
Tað ávirkar ikki bara tey ungu.
Tað ávirkar samfelagið,
Tí tá ið fólk ikki fáa sett búgv, verður eisini torførari at stovna familju og skapa eina framtíð her í Føroyum».
Og eg hugsaði- takk løgmaður, takk fyri títt dirvi, takk at tú rættur ófødda barninum hond, til je bráddliga sá, at hetta als ikki var skrivað um barnið…tí hetta vakra brotið snúði seg um bústaðarmarknaðin, um MVG afturbering, um matrikkulering, byggisamtyktir, bústaðargrunn, bygningskunngerðir osv.
Løgmansflokkurin sveik veljaran
Harra formaður- við valið h. 26. marts gav Føroya fólk, eftir áheitan, monnum og kvinnum í flestu flokkum høvið at blaka ta óndu fosturtøkulógina á bláman, og um ikki tað, so at broyta hana. Men flokkurin, sum fekk stórsta stuðul veljarans sveik. Hann valdi sosialismuna framum ófødda barnið, ístaðin fyri at sláða manngarð um komandi føroyingin, óseka, veika ófødda barnið í móðurlívi, heiðraði løgmansflokkurin formanni sosialistanna. Tey heiðraðu formanni javnaðarfloksins, honum, sum var garanturin fyri at fosturtøkulógin var samtykt, honum sum á náttartíð skifti landsstýrismanning sína og harvið tryggjaði deyðiliga álopið á komandi fostur. Tey heiðraði hann við at velja hann til fíggjarmálaráðharra.
Ikki eitt orð um ófødda barnið
Eg las og las og las og las og havi lisið víðari í løgmansrøðuni, men ikki eina einastu ferð verður fostrið sum mikið sum nevnt í røðuni- tvs. Sami leistur sum í samgonguskjalinum! Fostrið skal ikki nevnast, ikki einaferð, harra formaður! Hon er 70/ sjeyti síður- skrivað av 6 landsstýrisfólkum og løgmanni. Ongin teirr so fragur at nevna tað veikasta, grundarlagið undir framtíð Føroya- ófødda, lítla, verjuleysa barnið.
Tey valdu sosialismuna framum ófødda barnið!
Áheitan á løgtingsfólk
Tíðin er tíverri farin frá mær, vildi ynskt at je kundi tosað longri um barnið, men farið at enda við at heita á øll tey góðu, manngóðu, hjartagóðu, barnaelskandi fólkini, sum mynda samgonguna við hesum orðum, við loyvi formansis:
«Finnið saman, setið tykkum saman, tosið saman og raðfesti høvuðspolitikk tykkara. Tað nýtist ikki verða meira enn t.d. 20 punktir- og raðfesti ófødda barnið sum nr. 1 saktans rúsevnis- og rúsdrekkasorgarleikin sum nr. 2- og leggi so í væði at tæna Føroyum og tí megnarfólki, sum her býr. Vil tann eini flokkurin ikki verða við, lat hann so fara- je ivist onga løtu í, um tit vilja sleppa undan Miðflokkinum, at leiðari sjálvstýrisfloksins við gleði vil stuðla tykkum í einari samgongu og við einum politikki, sum raðfestir veika føroyingin fremst».
Takk fyri, harra formaður.