26. august 2026

Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin

Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?

Munnligur fyrispurningur eftir § 52 í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Undirsjóartunnil til Suðriar

Spurningar:


1. Stendur sitandi samgongu samd aftanfyri ta samtykt um Suðuroyartunlin, sum farna landsstýrið legði fyri Løgtingið og sum ein stórur partur av Løgtinginum samtykti h. 25. februar 2026?


2. Er Landsstýrismaðurin vitandi um, um politiskar ella aðrar ætlanir eru um at fremja broytingar í samtyktu ætlanunum?


3. Veit landsstýrismaðurin at siga, hvussu gongst við fyrireikandi og projekterandi arbeiðinum? Um hetta gongst eftir ætlan ella ikki?


4. Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?

 

Viðmerkingar:
Í fyrradagin var hálvársdagur síðani Føroya Løgting, h. 25. februar 2026, við 26  atkvøðum fyri og 7 atkvøðum ímóti samtykti Løgtingslóg um fyrireiking, prosjektering og útboð av Suðuroyartunlinum við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum.


Síðani hesa samtykt hevur nýggj samgongu og nýtt landsstýri tikið yvir. Ómetaliga, ja misteinkiliga lítið, vilja nøkur verða við, hevur hesar 6 mánaðarnir verið at hoyrt um hesa tídningarmiklu og metstóru risaútbygging av Føroyska undirstøðukervinum. Her verður hugsað um, at so gott sum ongi lívstekin eru hoyrd ella sæð um ætlanirnar, hvørki í samgonguskjalinum, løgmansrøðuni ella føroyska politiska orðaskiftinum sum heild.

á Løgtingi, h. 24.08.2026
Jenis av Rana

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!