15. januar 2020

Alheimslistin 2020 hjá Open Doors almannakunngjørdur

Jenis av Rana var í dag saman við Løgmanni og øðrum Landsstýris og tingfólkum í Bispagarðinum, har Bispur, Jógvan Fríðriksson, var vertur fyri samkomu, sum felagsskapurin Open Doors skipaði fyri.

 

Tað var í samband við, at Alheimslistin (World Watch List) 2020 hjá Open Doors varð almannakunngjørdur. Alheimslistin kastar ljós á støðuna hjá forfylgdum kristnum kring heimin.

Um Open Doors:
Í stuttum arbeiðir Open Doors við, at varpa ljós á støðuna hjá atsóknum kristnum. Eisini arbeiður felagsskapurin, millum annað, serliga nógv við, at hjálpa fólki, sum hava fingið sálarløst av eitt nú kríggi. Øll fáa hjálp, eisini tey sum ikki hava eina kristna fatan. Eitt sum Open Doors leggur serligan dent á er, at hjálpa á staðnum við serkønari sálarviðgerð. Til ber at fylgja við Open Doors Føroyar á hesari leinkju:
https://www.facebook.com/ODFOROYAR/

 

Á myndini eru Jenis av Rana, Landsstýrismaður, Jógvan Fríðrikson, Bispur og Rói Norðoy, umboðsmaður Open Doors Føroyar.

Tíðindi

1. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.