10. januar 2020

Jenis av Rana verji fyri Parasport Føroyar

Á fundi í dag tók Jenis av Rana, landsstýrismaður, við sum verji fyri Parasport Føroyar. Hetta merkir, at landsstýrismaðurin umboðar Føroyar í viðurskiftum, sum viðvíkja paraítrótti.

Tað hevur verið siðvenja seinastu árini, at landsstýrismaðurin, sum varðar av ítrótti, er verji fyri Parasport Føroyar. Nú nýggi landsstýrismaðurin eisini játtaði at verða verji, handaði Egga Jensen, formaður í Parasporti Føroyum, Jenisi av Rana heiðursskjal.

“Eg fegnist um, at eg í dag eri vorðin verji fyri Parasport Føroyar. Parasport Føroyar ger eitt megnar arbeiði at menna og fremja rørslu-, uppvenjingar- og kappingarítrótt fyri tey, ið bera brek. Tí er tað mær ein heiður at vera verji fyri Parasport Føroyar,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

“Vit eru takksom og fegnast um, at landsstýrismaðurin vil vera verji fyri Parasport Føroyar. Tað er sera týdningarmikið, at politiska skipanin eisini hugsar um hendan partin av ítróttinum – ikki bara í Føroyum, men eisini í mun til altjóða virksemið hjá Parasport, og júst tí er tað ein fyrimunur, at verjin eisini varðar av uttanríkismálum,” sigur Egga Jensen, formaður í Parasporti Føroyum.

Parasport Føroyar (ella ÍSB, sum tað áður æt) varð sett á stovn í 1980 og verður sostatt 40 ár í ár.

 

(kelda: ummr.fo)

Tíðindi

1. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis
Hvørjar ítøkilig átøk, ið tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum, hevur samgongan tilreiðar at seta í verk?
15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.