2. oktober 2019

Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall

Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningur um tunlarnar norður um Fjall, settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Nær verður gongd sett á at bora tunlarnar norður um Fjall?

2. Hvør fíggingarleistur skal brúkast til at fíggja tunlarnar norður um Fjall?  
 
Viðmerkingar:
Tunlarnir norður um Fjall hava tænt fyri seg. Árnafjarðartunnilin, sum knýtir Árnafjørð til Klaksvík, er frá 1965 og Hvannasundstunnilin, sum knýtir alt økið eystan Múla, t.v.s., Norðdepil, Hvannasund, Viðareiði og aðrar smáar bygdir, til Klaksvík, bleiv liðugur í 1967.  

Tað bleiv samtykt at gera nýggjar tunlar norður um Fjall í 2009, men tað blivu ongantíð játtaðir nakrir pengar til tunlarnar.  

Tøl frá Landsverki í “samferðsluætlanini 2018-2030” vísa, at tunlarnir norður um Fjall hoyra til bólkin “meira enn 1 óhapp/km/ár,” sum er ringasti bólkur at vera í viðvíkjandi óhappum.  

Verandi tunlar klára heldur ikki at svølgja nógvu ferðsluna í dag. Í 2018 koyrdu í miðal 1.378 akfør ígjøgnum teir um samdøgrið, harav 89 lastbilar í miðal um samdøgrið. Lastbilarnir passa ikki inn í øll víkiplássini, sum mangan skapar ruðuleika í tunlunum.  

Fremmandir bilar koyra mangan seint og gera viðhvørt ímóti ferðslureglunum. Hetta kann seta ferðsluna í eina sera vandamikla støðu.  

Vinnulívið er eisini nógv darvað av hesum fløskuhálsinum. Tað er serliga flutningurin við stórum lastbilum, sum er torførur at fáa norður, og av tí sama blívur tað dýrt fyri økið eystan Múla.

Vanligir lastbilar, betongbilar og trailarar kunnu ikki koyra gjøgnum tunlarnar.

Tað eru bert nakrir spesialbygdir lastbilar, sum sleppa ígjøgnum tunlarnar norður um Fjall.
 
Á Løgtingi, 1. oktober 2019
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again