24. juni 2026

Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari:  Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari:  Eyðdis Hartman Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum

 

Evni:  Grøna orkuskiftið

 

Spurningar:  

 

1.     Hvussu ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at fremja orkuskifti?

2.     Kann, umframt beinleiðis stuðul til umlegging, eisini sum eitt dømi hugsast, at ein lætti varð givin við ikki at skatta møguliga sølu av yvirskotsorku frá fyrstu krónu?

 

Viðmerkingar:

 

Víst verður til § 52 a fyrispurning 52/119/2025.

Í svarinum til omanfyrinevnda spurning verður greitt frá søguligu gongdini í stuðulsskipanum til m.a. elriknar hitapumpuskipanir og elbilar. Nevnt verður, at: “verandi stuðulsskipanir til umlegging frá olju til el hava higartil skorið øll yvir ein kamb. Jú dýrari íløga, tess størri afturbering, uttan mun til inntøkugrundarlag ella hvussu múgvandi ein er”.

Eisini verður, eins og í samgonguskjalinum, sagt frá, at: “ístaðin fyri nevndu stuðulsskipanir ætlar samgongan at gera tað lættari hjá húskjum við láginntøkum at fremja orkuskiftið”.


Tó verða settu spurningarnir um ítøkilig átøk fyri húski við lágum inntøkum ikki svaraðir, heldur ikki nær slík kunnu væntast at verða framd í verki.

Tí verður uppfylgjandi spurningur til sama evnið settur.

 

Á Løgtingi, 17. juni 2026

 

Jenis av Rana

 

 

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?