25. juni 2026

Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF

Skrivligur fyrispurningur
eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður

Svarari: Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

Evni: Kringvarp Føroya

Spurningar:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at fremja broytingar í Kringvarpi Føroya?
2. Kennir landsstýrismaðurin seg tryggan og nøgdan við tíðindaflutning Kringvarpsins?
3. Metir landsstýrismaðurin, at núverandi gjaldsháttur av kringvarpsgjaldi er nøktandi?
4. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at lata avgerðina um at gjalda ella ikki gjalda
kringvarpsgjald upp til einstaka borgaran?
5. Kundi hugsast, at landsstýrismaðurin tekur undir við setan av einari nevnd við teirri
uppgávu at hava eftirlit við og vera ráðgevandi hjá Kringvarpinum?

Viðmerkingar:

Vegna serstøðu stovnsins sum sonevndur Public Service stovnur røkkur Kringvarp Føroya
inn í hvørt heim í Føroyum, harundir eisini heilt inn í fíggjarviðurskifti hins einstaka, sum jú
er lógarbundin at gjalda til stovnin, uttan mun til um viðkomandi lurtar, hyggur ella ikki.

Ymiskar meiningar eru um dygdina í sendingum stovnsins, harundir eisini í
tíðindaflutninginum, og tí hoyrast javnan røddir frá borgarum, sum sjálvi vildu ynskt at
kunnað umsitið tann partin av inntøkuni, sum hvønn einasta mánað verður fluttur hesum
einstaka stovni. Sum grundgeving verður nevnt, at hin einstaki á tann hátt kundi flutt
lógarkravda gjald sítt til tann stovnin, Kringvarp Føroya ella annan, sum hin einstaki lurtar
eftir og hyggar at- og tí heldur vildi latið pening sín farið til.

Røddir hava eisini verið frammi um møguleikan at sett eina nevnd av áhugaðum og
serkønum, sum regluliga kundi fylgt við virksemi stovnsins og verið teimum, ið har
starvast, og ikki mins brúkarunum, tøk við ráðgeving og rættleiðingum.

Á Løgtingi, 16. juni 2026

Jenis av Rana

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again
23. juni 2026
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum