14. juli 2026

Syrgilig tíðindi á døgurða

... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.

Syrgilig tíðindi á døgurða

Ein fittur partur av tíðindasending útvarpsins á døgurða varð brúktur til at bera okkum lurtarum dagførd tíðindi frá føroyskari rúsdrekkaframleiðslu. Væl stýrdur av vertinum, við hansara journalistisku “gjøgnumborandi og avdúkandi” spurningum, slapp gesturin at fegnast um avriksverk farnu árini, til dagin í dag, tá “whisky letur hurðina upp fyri okkum”.

 

Letur upp dyr deyðans.

Í gjár (sunnudagurin 12. Juli?) var “ein serligur dagur”, fekk verturin sagt, áðrenn gesturin rættaði tað til “ein stórur dagur”. Ein stórur dagur hjá fyritøkuni, tá teir leitaðu eftir røttu tunnunum til eiturløgin.

 

Nøkur hagtøl úr rúgvu eitursins. 

Miðal livialdurin hjá teimum, sum eru bundin av rúsdrekka, styttist við 24- 28 árum.


Børn, sum vaksa upp í familjum, har rúsdrekka hevur ræðið, eru í fimm ferðir størri vanda fyri at verða sett heiman enn onnur børn. 


Mett verður, at 1200 føroysk børn vaksa upp í familjum við rúsdrekkatrupulleikum.


Hvørt ár doyggja gott og væl sjeyti føroyingar vegna rúsdrekkanýtslu.


Mett verður, at “ovurnýtslan” av rúsdrekka kostar samfelagnum yvir 125 mió. árliga.


Nærum allir likamslutir verða skaddir av rúsdrekka, sum eisini er nær tengt at 200 sjúkum.


Vandin fyri hjartatrupulleikum, høgum blóðtrýsti, í minsta lagi sjey krabbameinssjúkum  og demens  hækkar munandi hjá rúsdrekkanýtarum.


Harðskapur, yvirgangur, óhapp og arbeiðsvanlukkur eru trúfastir fylgisveinar hjá rúsdrekkabrúkarum.
 

... og vit kundu hildið á og á og á við at víst til próvføst hagtøl, sum vátta, hvussu høpisleyst og oyðileggjandi sjálvt minsta sambandið við rúsdrekka er.

 

Hví yvirhøvur so mikið sum umhugsa framleiðslu í Føroyum?

Nei, eg havi ikki svarið, skilji als ikki hvat fær nakran til annað enn at venda slíkum oyðileggjandi løgi bakið.

Skuldið onkur hildið, at hetta kanska á nakran hátt gagnar einum samfelagi ella borgara, so er hetta als ikki so. Sorgarleikir og útreiðslur, bæði persónligar og samfelagsligar, er einasti ávøkstur eitursins! Men hóast so er, so heldur onkur, at tað er hóskandi at spilla tíð uppá í kringvarpi okkara.

Tvørturímóti burdu tíðindafólk brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.

 

Jenis av Rana

Lækni og løgtingsmaður

 

ps.: Føroyar eru kendar fyri manglandi hagtøl, so er eisini á hesum øki. Nøkur av tølunum eru heimlig, flestu eru tó mett út frá donskum, har atlit eru tikin til fólkatalsmunin.

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu