Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
Týskvøldið h. 8. apríl í fjør fór eg, saman við fleiri enn hundrað øðrum, í auluna í “Finsen”, tvs. mitt í høvuðsstaðnum, at lurta eftir vitjandi úr Ísrael. Teir báðir tímarnir í Finsen vóru álvarsligir, góðir og gevandi, men so var ikki við heildarupplivingini hetta vakra várkvøldið.
Rópini frá uppmøttum ótangum á vegi okkara inn í Finsen, nakað sum ikki er gamalt í Føroyum, var nóg ringt. Men upplivingin á veg út broytti alt í einum vøkru og tryggu Føroyar til nakað, sum øll, sum eru takksom fyri og góð við Gudgivnu oyggjar okkara, mugu gera verjugarð at forða fyri verður dagligur dagur í Føroyum!
Tað kendist sum komu vit út í kríggj, tá fundurin var lokin.
Bert tað, at neyðugt var við stórum politistahópi, var skelkandi í sær sjálvum, men at møta tí óndskapi, sum, meðan vit vóru á fundinum, var tilrættalagdur av muslimum og teirra (ó)føroysku hondlangarum, er meira enn sigast kann frá. Frá útidyrnum og út í tún stóðu tey í tveimum røðum, sum vit máttu ganga ímillum, og ýldu ljót og niðrandi ókvæmisorð niður í høvur okkara. Ein rópti fyri, og óndskaparhópurin endurtók aftur og aftur og aftur tey ljótu orðini. Eldri virðiligir føroyingar, kvinnur og menn, blivu hetta vakra summarkvøldið, ferð eftir ferð, kallaði barnamordarar og líknandi. Flestu fóru skelkaði og niðurundirkomin til húsa, meðan yngra ættarliðið tíbetur gjørdi sum politistarnir ráddu til, og lótu henda løgna hópin standa eftir við hatri teirra.
Meinslaðu duravørðin.
Gestir okkara, sum løgreglan hevði koyrt til fundar, vórðu av løgregluni koyrdar aftur á hotellið og morgunin eftir vestur í Vágar. Hesar djørvu og elskuligu kvinnur fingu alt annað enn tað gestablídni, sum vit føroyingar annars eru kendir fyri.
Verri var við duravørðinum, einum fittum unglinga, sum flestu munni kenna sum ein av hjálpsamasta og vinarligastu monnum í Havnini. Hann, sum eisini hetta kvøldið rætti hjálpandi hendur sínar fram, endaði á skaðastovuni vegna beinleiðis ágang frá ótangunum
Var eg ikki sannførdur áðrenn, so sannførdi hetta kvøldið meg
Nei, Jústinus og Poul nýtast ikki royna at sannføra meg og vinfólk míni við tíðindum úr Singapore og ósannindum úr Kanada, um at Islam er harmleyst! Ræðuleikin hetta mikukvøldið, og aðrir líknandi síðani, hava so dyggiliga prógvað tað mótsetta mitt í hjartanum av høvuðsstaði okkara! Og áralangar royndir frá grannalondum okkara staðfesta og vátta, at Islam sum ideologi og fylgisveinar hennara, á ongan hátt hoyrir heima í demokratisku londum okkara! Tí eiga hesi, um tey ikki ynskja at virða land, fólk og siðaarv okkara, at verða vend í hurðini!
Jenis av Rana,
Formaður Miðfloksins