23. januar 2026

Hvat sker ....

Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation.

Spyrjari:  Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður

Svarari:  Margit Stórá, Landsstýriskvinna í Heilsumálum

Evni:  Tilknýti Føroya til WHO

 

Spurningar: 

 

Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO – World Health Organisation (sí kap. 4. í lógaruppskotinum um føroyska farsóttarlóg)”.


Nær er avgerð tikin um at ”Føroyar eisini eru partur av International Health Regulation” (sí síðu 37. í lógaruppskotinum um nýggja farsóttarlóg).


Hvør føroyskur myndugleiki hevur tikið avgerðirnar, sum nevndar eru í spurningunum 1. og 2.


Eru avgerðirnar nevndar í spurningunum 1. og 2. viðgjørdar og samtyktar á Føroya Løgtingi?
 

Viðmerkingar:

Í døgunum 27.-31. mai 2024 var landsstýriskvinnan í heilsumálum á aðalfundi hjá heimsheilsustovninum WHO.

Áðrenn fundin vóru gevandi orðaskifti í Løgtinginum um tilknýti Føroya til WHO, m.a svaraði landsstýriskvinnan einum skrivligum fyrispurningi áðrenn aðal fundin og einum §52 a fyrispurningi aftaná hendan. Umframt hetta vórðu munnligir fyrispurningar um málið svaraðir hetta várið.

 

Orðaskiftini avdúkaðu stóran iva millum Løgtingsfólk um tilknýti Føroya til stovnin, og landsstýriskvinnan fekk ráð frá løgtingsfólkum um at vera varin, og ikki knýta Føroyar tætt at hesum fólkaræðisliga veikt kjølfesta, men máttmikla privatfíggjaða- og stýrda felagsskapi, sum Føroyar ikki eru limir av, men hava atlimaskap til.

 

Afturkomin av fundinum í 2024, har broytingar í viðtøkum felagsskapsins (IHR- International Health Regulations hjá WHO) og nýggjur Pandemisáttmáli vórðu viðgjørd, kundi landsstýriskvinnan ikki svara setta § 52 spurninginum, tí broytigarnar ikki vóru endaliga samtyktar á aðalfundinum, av tí at málið ikki var búgvið til tess.

Ætlaðu broytingarnar høvdu m.a. sum endamál at flyta vald frá limalondum til WHO-og aðalskrivaran. Nevnast kann, at har limalondini áður kundu gera av, um WHO tilmæli skuldu setast í verk, so skuldu limalondini frameftir noyðast at seta slík í verk, at aðalskrivarin skuldi frameftir sjálvur kunna avgera, nær talan er um heimshóttandi farsótt, og at WHO skuldi hava einkarætt at evna til og stýra heilsukunning.

Mong onnur dømi eru eisini um, hvussu ætlaðu broytingarnar kundu gera seg inn á fólka- og sjálvræði limalandanna. Men spurningurin um hvussu hesar broytingar kundu hugsast at ávirka Føroyar, sum jú ikki eru limir í WHO, varð sum sagt ikki svaraður. Tó segði Landsstýriskvinnan, at ráðið fylgdi málinum, og samskiftir regluliga við danir um gongdina í tí.

Síðani hevur Løgtingið ikki frætt stórvegis frá landsstýriskvinnunum, hóast broytingarnar í IHR vórðu samtyktar og fingu gildi fyri limalond 19. sept. 2025. Hava lítið og onki frætt fyrrenn vit nú, í lógaruppskoti um føroyska farsóttarlóg, sum er sent til hoyringar, kunnu lesa, at: ”Føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations hjá WHO (kap 4). Eisini lesa vit, at: WHO hevur sett í verk IHR – International Health Regulation, sum Føroyar eru partur av.

Kunnandi hoyringsfundur fyri Løgtingsfólk, um lógaruppskotið um føroyska farsóttarlóg, skuldi vera 14. februar. Har kundu hesir og aðrir átrokandi spurningar verði svaraðir, men fundurin varð uttan grundgeving avlýstur. Tí m.a. verða spurningarnir settir á hendan hátt.

 

 

Á Løgtingi, 21. januar 2026

 

Jenis Kristian av Rana

 

Tíðindi

22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
19. januar 2026
... málið um moske´ir í Føroyum
Sirið hevur svarað Jenisi
14. januar 2026
Ársins fyrsti uppstillingarfundur
Í sambandi við komandi Løgtings- og Fólkatingsval í 2026.
13. januar 2026
Hvussu er lítla barnið stilla í politisku flokkunum í Føroyum?
7. januar 2026
Er Miðflokkurin nú ein ultra-høgraflokkur?
Miðflokkurin er framvegis tann einasti flokkurin, sum hevur góðan og tryggan virðispolitikk í sínari stevnuskrá. Hinir flokkarnir í Føroyum…