22. januar 2026

Málið um moske´ir heldur áfram

Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Jenis Kristian av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Aksel V. Johannesen, løgmaður
Evni: Lóggáva um trúarsamfeløg

Spurningur: 


1. Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?

Viðmerkingar:
Í svari til § 52a fyrispurning frá undirritaða hin 16. januar 2026, nevndur “Fremmand trúarsúmbol í Føroyum” (52-063/2025), svarar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, m.a., at: “Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum.” Við hesum er tað ikki greitt, hvørt
landsstýriskvinnan hevur ætlanir um at seta slíka lóggávu í verk ella ikki.


Hesin fyrispurningurin verður tí settur fyri at fáa greiðu á, um talan bert er um hugsanir hjá landsstýriskvinnuni, ella um landsstýrið fer at koma í Løgtingið við uppskoti um lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er, nær hetta kann hugsast at fara at verða gjørt.


Í svari sínum greinaði landsstýriskvinnan annars støðuna soleiðis:

  • at avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild
  • at tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum
  • at inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið
  • at serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði
  • at í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum
  • at hesi koma undir undantaksregluna til vard politisk og borgarlig mannarættindi 

Nevnast skal, at av serliga tungtvigandi grundum til ikki at loyva moskubygging í Føroyum verða annars millum manna javnan nevndar:

  • royndir úr m.ø. grannalondum
  • atlit til almenna friðin og samhaldsfestið í einum lítlum samfelagi
  • forðing av paralellsamfeløgum
  • vernd av føroyskari mentan, virðum og fólkaræði

 

Á Løgtingi, 21. januar 2026
Jenis Kristian av Rana

Tíðindi

7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?