15. september 2025

Jenis spyr Jóhan um suðuroyarleiðina

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Jenis av Rana, løgtingsmaður
Svarari: Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum
Evni: Bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini


Spurningar:


1. Hvussu nógv hevur nýggja bíleggingar- og eftirlitsskipanin á suðuroyarleiðini
kostað tí almenna og Strandferðsluni higartil?
2. Hvussu nógv verður rindað fyri bíleggingar- og eftirlitsskipanina um
mánaðin?
3. Hvussu mong starvsfólk eru dagliga knýtt at nýggju skipanini?
4. Eru útlit til, at kostnaðurin minkar, sum tíðin líður?
5. Er vissa fingin um, at ikki aðrar skilabetri, vitanargrundaðar, minni órógvandi og bíligari skipanir eru (eitt hugsað dømi er t.d. mynda- og videoskipanirnar, sum verða brúktar í gjaldstunlunum)?

 

Viðmerkingar

Í júst hesum døgum, har orð (s)um sparingar, nýskipanir (reformar), haldføri, effektiviseringar, nýskipanarnevnd v.m. flúgva um oyru okkara, hevði verið áhugavert at frætt, um samband er millum teori og praksis á økinum. Er t.d. skil í tí “kontrollsystemi”, sum er sett í verk á suðuroyarleiðini, ella er talan um, sum mong vilja verða við, tað bera oyðsl.


Á Løgtingi, 10. september 2025

Jenis av Rana

Tíðindi

5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF