23. februar 2026

Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!

Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.

Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór-
politiskum málum.


Tað liggur eitt uppskot um VEÐURLAGSLÓG í Løgtinginum, har Føroyar skulu binda seg til netto-
null útlát í 2050. Við øðrum orðum skal CO2 nú diktera gerandisdagin hjá føroyingum.


Tey eru naiv sum halda at hetta er ein gagnligur málsetningur, tí slík tiltøk fara at spreingja
elprísirnar upp í luftina og harvið beinleiðis gera skaða á kappingarføri, arbeiðspláss og
húsarhaldini í Føroyum.


Fleiri siga at vit ikki kunnu avmarka ISLAM í Føroyum orsaka av grundlógini. Tað er naivt at halda,
at islamistar nakrantíð fara at virða okkara grundlóg og harundir trúarfrælsi. Hygg bara til
grannalondini…


Naiviteturin er fullkomin, tá politikkarar ongar avleiðingar síggja av fríari FOSTURTØKU og
undirstrika at hetta er ein partur av framgongdini (progressivitetinum) í okkara samfelag.
Heimssøgan vísir rættiliga greitt, hvussu tað gekk hjá teimum samfeløgum, sum ofraðu síni børn
fyri meiri grøði (karrieru og líknandi).


Lati okkum heldur brúka VIT OG SKIL við at seta okkum sum mál at orkuprísirnir fyrst og fremst
eru kappingarførir. At verja føroysku virðini og tey frælsi vit hava framum islam. Og at tryggja øllum
føroyingum tað sum tú og eg hava fingið – rættin til lív!


Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu