26. juli 2025

"Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hví vinir hennara í hamas ikki lata gíslarnar leysar?"

Hvat svaraði hon, tá John spurdi hana, hvat hon følir í hjarta sínum, tá hon hugsar um gíslarnar?"

657 dagar eru farnir, síðani 250 ósek menniskju hart, brutalt og miskunnarleyst vórðu flutt heiman.

Onnur 1400 náddu ikki so langt, men vórðu misbrúkt, mishandlaði og dripin á staðnum.

Enn í dag verða umleið 50 av gíslunum krógvaðir í Gaza, meðan heimland teirra, Ísrael, deperat roynir at finna teir, livandi ella deyðar, og flyta teir heimaftur úr reiðri terrorismunnar.

Uppaftur og uppaftur endurtók læknin, í sjónvarpssending Kvf’s í kvøld, skyldu okkara at gera okurt við líðingar fólksins í Gaza. Men hví varð brotið um gíslarnar klipt úr samrøðuni?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi hana um gíslarnar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvar gíslarnir eru?

Hvat svaraði hon, tá John fregnaðist um, hvussu hesir hava tað?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hví vinir hennara í hamas ikki lata gíslarnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, nær vinir hennara í hamas fara at lata gíslarnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvussu hon trívist millum tey, sum framdi beistagerðirnar 7. okt. 2023?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvussu hon trívist millum tey, sum kalt og kyniskt halda ósek menniskju sum gíslar á degi 657?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi, hvat hon sjálv ger, fyri at fáa gíslarnar latnar leysar?

Hvat svaraði hon, tá John spurdi hana, hvat hon følir í hjarta sínum, tá hon hugsar um gíslarnar?

Óivað hevur John spurt enn fleiri spurningar um gíslarnar, men løgið at svarini frá hjartagóða læknanum ikki sleppa víðari til okkum hyggjarar?

Eg og mong, mong við mær bíða spent eftir svarunum hon gav tær, John Johannesen!

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins

Tíðindi

30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…
22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?
19. januar 2026
... málið um moske´ir í Føroyum
Sirið hevur svarað Jenisi