19. januar 2026

... málið um moske´ir í Føroyum

Sirið hevur svarað Jenisi

Svar til skrivliga fyrispurning eftir § 52a í Tingskipanini til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu

1. Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn?

2. Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum?

3. Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?

Svar: 
Til 1: Hvørjar eru mannagongdirnar fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum – krevjast umsóknir til slík, og um so er hvørjar og til hvønn?

Ongar serstakar mannagongdirnar galda fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum.

Umsókn krevst tí ikki. Alt eftir stødd og nágreiniligari staðseting er hugsandi, at neyðugt kann verða at søkja um byggiloyvi, hóast talan er bert um størri súmbol - og ikki høli.  

Svarið verður tó fyri tað mesta avmarkað til spurningar um høli, tí viðmerkingarnar til spurningarnar snúgva seg um moskur og deplar.

Staðseting av átrúnaðarligum hølum í Føroyum er ikki løgskipað serstakt í lóggávuni. Slík høli eru fevnd av vanligu reglunum um at byggja og nýta bygningar, herundir byggiloyvi og býarskipanarreglur, sum kommunurnar umsita.

Heldur ikki krevst serligt loyvi frá landsstýrinum til at nýta høli til átrúnaðarlig endamál. 

Í mun til trúarsamfeløg er at siga, at onnur trúarsamfeløg enn fólkakirkjan bert eru løgskipað í avmarkaðan mun. Góðkenning frá landsstýrisfólkinum er kravd, um eitt trúarsamfelag ynskir rætt til kirkjuliga vígslu.

Til 2: Hvørjir møguleikar eru fyri at avmarka ella forða fyri staðseting av fremmandum trúarsúmbolum í Føroyum?   

Rætturin at útinna átrúnað er eitt nú vardur sambært Evropiska Mannarættindasáttmálanum, sum bleiv innlimaður í føroyska lóggávu í ár 2000 og er á hægri rættarstigi enn vanlig lóggáva.

Átrúnaðarfrælsið, savningarfrælsið og forboðið móti mismuni eru grundleggjandi 
mannarættindi, sum eisini fevna um møguleikan at hava høli, ið eru neyðug fyri at inna átrúnað.

Avmarkingar ella forðingar í vard mannarættindi ber bert til at seta við greiðari lógarheimild, og tær mugu verða grundaðar á atlit at tungtvigandi og samfelagsliga viðurkendum endamálum, so sum almennu trygdina, friðin, heilsuna ella virðingina fyri rættindunum hjá øðrum. Inntriv skulu harumframt vera neyðug og proportional í mun til endamálið.

Serliga tungtvigandi grundir skulu til, um beinleiðis inntriv skulu verða vend móti einum ávísum trúarsamfelagi ella átrúnaði. Í rættarvenju hjá Mannarættindadómstólinum í Strasbourg eru fleiri dømi um, at slík inntriv eru góðtikin, tá ið eitt nú almenn trygdar- og skipanaratlit ganga framum átrúnaðarlig atlit hjá borgarunum, t.d. í ferðslu-, byggi- og býarskipanarmálum.

Hesi koma undir undantaksregluna til vardu politisku og borgarligu mannarættindi.

Til 3: Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at seta slíkar avmarkingar ella forðingar í verk?

Ætlanin er ikki at seta avmarkingar ella forðingar í verk, ið hava til endamáls at avmarka vard mannarættindi hjá borgarum landsins. Slík tiltøk høvdu neyvan heldur verið í samsvari við tær altjóða skyldur, sum Føroyar hava bundið seg til.

Hinvegin er lóggáva um trúarsamfeløg í øðrum londum, og vert er at viðgera, um tørvur er á slíkari lóggávu í Føroyum. 

Uttanríkis- og mentamálaráðið 
Sirið Stenberg 
landsstýriskvinna
 

Tíðindi

23. februar 2026
Fosturtøka, Islam, grøna religiónin og naivitetur!
Tað valdar ein ótrúliga stórur naivitetur hjá summum politikkarum í Føroyum í nøkrum stór- politiskum málum.
30. januar 2026
Aðalfundur tann 7. februar
Innkalling til aðalfund hjá “Ung fyri Miðflokkin” 2026!
26. januar 2026
Ongum nýtist at fara til Singapore við Jústinus ella til Kanada við Poul fyri at uppliva muslimskan ágang!
23. januar 2026
Hvat sker ....
Nær er avgerð tikin um at “føroyskir myndugleikar hava skyldu til at halda seg til ásetingarnar í IHR – International Health Regulations h…
22. januar 2026
Málið um moske´ir heldur áfram
Jenis spyr Løgmann: Fer landsstýrið at seta í verk lóggávu um trúarsamfeløg í Føroyum – og um so er nær?