5. mai 2025

Tú ert ein klumpur av kyknum.

Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum.

Tú ert ein klumpur av kyknum.


Eg og tú eru klumpar av kyknum. Støddin á klumpunum er ymisk. Men vit eru øll somul ein systematisk , fíntunað samling av livandi kyknum. Ein klumpur - ella likam - við sál og anda. Eru hesi hugtøk ov átrúnaðarlig, so kunnu vit kalla tað kenslur, sansur fyri morali og tørv á endamáli í lívinum.


Í 1973 kom lóg í gildi í Danmark, at allar myndigar kvinnur frítt kundu fáa fosturtøku framda í danska heilsuverkinum. Ein góð vika er nú liðin, síðan Fólkatingið – við okkara føroysku umboðum - samtykti at legalisera og normalisera fría fosturtøku til og við 18. viku. Og ikki bara tað; gentur niður í 15 ár skulu fáa fosturtøku framda í heilsuverkinum, uttan at foreldur/verjar fáa kunning ella eiga lut í avgerðini. Hetta, hóast at heili okkara ikki er fullmentur fyrrenn vit eru 25 ár og vit fáa myndugleika sum 18 ára gomul. At keypa snús, ella at koyra bil, er av myngudleikunum mett at vera ov óhóskandi ella vandamikið áðrenn 18 ára aldur. Men ikki at taka lívið av egnum avkomi. Mamman eigur avgerðina, við ella uttan press. Hvussu nógvar føroyskar mammur hava ikki verið hjá donskum lækna, har spurningurin hevur verið: ”Vil du beholde barnet?”, sum um tað var ein spurningur, um drekkur tú kaffi ella te. Og leiklutur pápans? Einki at siga.


Politikkarar, sum samtyktu hesa lóg, gjørdu tað ikki í stillum; tað var við skálan av champagnu, hálsfevningum, smílum, hátíðarhaldi og sjálvrósi í ovurmát á sosialu miðlunum og við skemtiligum kettumyndum.
Vit, sum hava gingið við barni, hava í flestu førum merkt lív áðrenn 18 vikur. Í fyrstuni kennist tað sum smáar bobblur, men so blívur tað meira ítøkiligt, at barnið spraklar inni í búkinum. Ofta styrkjast móðurkenslurnar av hesum sparkum og rørslum. Ofta styrkir hetta sannføringina um, at barnið, sum spraklar í búinum, er eitt sjálvstøðugt menniskja.


Viðmerkingar um neyðtøku, incest, at lív stendur ímóti lívi og líknandi, eru óneyðugar - Danmark hevði longu (og Føroyar við) víðkað loyvi til fosturtøku undir slíkum syrgiligum viðurskiftum. Og hetta eru av sonnum syrgilig og tung viðurskifti! Tað er ikki hetta lítla prosenttalið av fosturtøkum, sum uppslagið snýr seg um. Tað snýr seg um, at nú er øllum dønum frítt at taka fosturtøku upp til 18. viku í viðgongutíð. Heilsustarvsfólk mugu fylgja hesum leisti, um tey skulu varðveita starv sítt til lívsins uppihald, sum tey hava brúkt ár um at útbúgva seg til.

Heilsustarvsfólk, sum í nógvum førum hava ynskt at hjálpa og røkta, heldur enn at enda lív! Hetta er í Danmark, men Føroyar plaga at samanbera seg við lond sum Danmark, tá ið avgerðir skulu takast. Og fortalarar fyri fosturtøku vilja vera við, at føroyingar ferðast til Danmarkar at fáa fosturtøku (hóast hagtøl ikki eru fyri hesum) og hetta verður ofta brúkt sum grundgeving fyri, at Føroyar eisini mugu víðka fosturtøkulógina samsvarandi tí donsku.


Søgan prógvar, at lógir stýra í stóran mun morali. Tað, sum er lógligt, verður normaliserað. Í Danmark var frí fosturtøka til 12. viku normaliserað – nú verður fosturstøka til 18. viku normaliserað.


Mangar kvinnur vita, at barnsburður ikki altíð er ljósareyður. Viðgongutíðin er - stundum sjálvt har barnsburðurin var ynsktur - ofta hørð. Heilsutrupulleikar, sosialar avbjóðingar, ótti, tunglyndi - alt møguligt kann fylgja við. Eg viðurkenni – sum mamma - , at barnsburður er eitt tungt tak. Men eg eri eisini sannførd um, at vit, sum medmenniskju, hava ábyrgd at stuðla og hjálpa, so at børn og foreldur kunnu fáa so góða byrjan sum gjørligt. Og framtíðina kann ikki spáast um í viðgongutíðini. Vit kunnu ikki sleppa undan líðing og trupulleikum, við at sleppa okkum av við ávís lív. Líðing er partur av lívsins korum.


Eg havi ikki tal á, hvussu ofta eg havi hoyrt, at fosturtøka er ikki dráp, tí at eitt fostur er bara ein klumpur av kyknum. Men eg, ein kvinna mitt í tredivunum og tú, hvørjum aldri tú ert í, eru klumpar av kyknum. Vit eru kanska ymisk í aldri, menning og heilsu, men klumpar av kyknum eru vit. Ikki at blanda við lomviga, champignon ella oliariur; okkara DNA er greitt og týðiligt menniskjaligt og menniskju fáa aldri annað enn menniskjaligt avkom. Eitt barn í t.d. viku 17 í viðgongutíðini líkist tær og mær í útsjónd. Kynið er týðiligt, hjartað hevur sligið í væl meira enn 10 vikur, tað spraklar, hoyrir og merkir mammu sína og skal bara styrkna nakrar fáar vikur afturat, áðrenn tað kann yvirliva úti í heimi, uttanfyri hita, føðslu og barrieru mammu sína. Eina løtu afturat, so kann tað liva uttanfyri við røkt, hjálp og umsorgan, eins og er galdandi fyri børn í øllum aldri og fyri flestu vaksnu við - tað er bert ein spurningur um stigbending.


Eitt barn hevur rætt at liva. At missa sjálvt lívið og allan møguleika til framtíð og eftirkomarar, fer altíð at vera verri, enn at berjast við onkrar avbjóðingar sum mamma - og tað er veruleikin og endin hjá teimum børnum, sum lógligt missa lívið við hesi lóg. Eitt barn, sum er blivið til, kann ikki annulerast og kvinnan, ið gongur við barninum, kann ikki sleppa undan tí veruleika, at hon ber sítt egna barn. Vit kunnu ikki bara taka lívið av teimum, sum kosta okkum tíð, pening og orku. Líkamikið um tað eru pinkubørn, gomul, dement, óarbeiðsfør o.s.fr. Eingin okkara, ikki ein einasti ein, megnar at liva einsamallur. Vit liva í samfelag við hvønn annan. Tí er púra órættvíst at normalisera, at vit kunnu taka lívið av okkara børnum, tá tað ikki passar ikki í okkara ætlanir at føða børn. Eitt barn blívur ikki til úr ongum. Nøring byrjar við tilvitaðum vali um kynsligt samband; vit hava ábyrgd av egnum kynslívi. Rætturin til orgasmu yvirtrumfar ikki rættin til lív!


Flest øll kenna til Chris Watts, ein av kendastu drápsmonnum í nýggjari tíð. Eina náttina kvaldi hann 34 ára gomlu konu sína, Shannan, og 3 og 4 ára gomlu døtur sínar, Bella og Celeste. Hann gróv konu sína niður, og sum oljuteknikari, tveitti hann døtur sínar í hvør sín oljutanga. Chris Watts fekk tríggjar ferðir lívstíð í fongsli fyri hesi trý morðini, umframt 86 ár í fongsli fyri 15 vikur gamla dreingin í móðurlívi, sum doyði saman við mammu síni.


Hesin var dómurin í USA. Hvussu hevði Chris Watts verið dømdur, um hann var dani? Ella føroyingur, fyri tann skuld? Hevði dómur fallið viðvíkjandi soninum, sum í 15. viku mentist, vaks og treivst í lívi mammu sínar?
Principielt síggi eg ikki mun á fosturtøku eftir fáar vikur ella í viku 18. Men ein fosturtøka upp til viku 18 krevur, at mamman á pínufullan hátt føðir barn sítt, sum á allan hátt er eitt lítið menniskja í útsjónd. Barnið verður kanska lagt at doyggja í skolirúminum í tímavís, tí at avlívingin ikki eydnaðist, og heilsustarvsfólk ikki bara kunnu drepa eitt føtt barn. So kynisisman og harðskapurin blívur visuelt og kropsliga týðiligari, jú eldri barnið er, sum missur lívið og verður burturbeint.


Barnið er ein eind av livandi menniskjakyknum. Júst sum tú og eg.


Myndin er av barni í viku 18 og er tikin av Lennart Nilsson. Leinki til grein um myndatøkuna úr The Guardian er her: https://www.theguardian.com/.../foetus-images-lennart...

Tíðindi

2. mai 2025
Landsfundurin 2025
Í ár verður landsfundurin tann 24. mai
24. apríl 2025
EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.
.
22. apríl 2025
Tað loysur seg at velja Miðflokkin
Petur Takamasa Asano stillaði upp fyri Miðflokkin á kommunuvalinum í 2024. Hóast hann ikki varð valdur í býráðið, so hava hansara áhaldandi…
9. apríl 2025
Hvar var Miðflokkurin
Hvar er miðflokkurin í kvøld, nú Alment orðaskiti um pensjónsaldurin er í Smæruni?
8. apríl 2025
Skjóttgangandi bátar og árin teirra á sjófuglameingið
Jórun Pólsdóttir, løgtingskvinna, setir fram skrivligan § 52a fyrispurningur til Margit Stóra, landsstýriskvinnu í umhvørvismálum.