24. apríl 2025

EITT ANNAÐ, SUM IKKI MÁ HENDA.

.

Tað, sum fleiri høvdu víst á, ikki mátti henda, hendi tíbetur heldur ikki í Gaza. Tilrættisleggjarin og leiðarin aftanfyri fólkadrápið í Ísrael h. 7. oktobur 2023, og av tí avleiddu ræðuleikunum í Gaza, yahya sinwar, slapp ikki at trína fram úr sjálvskaptu ruinunum sum sigurharri, men noyddist at bøta við sínum egna lívi.


So mátti óivað verða, men biðjast má eftir, at tað stríð, hann byrjaði, skjótt fær ein enda. Tíbetur bendir nógv á, at sjálvt arabisku íbúgvarnir í Gaza av álvara vakna og eru byrjaðir tað stríðið, sum vóna varð, móti terrori hamazar í Gaza.

Fagur verður dagurin, tá friður aftur valdar, og drápsmenninir eru drignir til svars fyri illgerðir teirra.

EIN BROTSMAÐUR OG ANNAR.

Men úr Ruslandi hóttir ein eins eirindaleysur brotsmaður enn heimsfriðin. Náðileyst fremur hann á fjórða ári sítt fólkadráp, móti sínum egna fólki, móti unglingum sum einaræðisharrar honum líkir, í Kina, Korea og óivað øðrum londum við, senda í stríð hansara. Og móti óseku grannunum í Ukraina, sum mitt á nátt, h. 24. februar 2022, miskunnarleyst vórðu álopin við miðvísum ætlanum um at verða týnd.


Tað má ikki henda, at valdssjúki leiðari Ruslands ein dag kann trína fram, traðkandi á lík av ósekum sivilum og soldatum, og útnevna seg sjálvan sum sigurharra!


Tað má ikki henda!- tí hvør verður hin næsti, sum hann tá velur at leggjast á?

Ukrainar hava stríðst stríð okkara! Tað má ikki fara at vísa seg at hava verið til fánýtis!

Nú, meðan royndir verða gjørdar at samráðast um frið, er neyðugt, sum ongantíð áður, at vit taka saman hendur biðja fyri teimum, sum standa aftanfyri hesar samráðingar. Biðja um vísdóm, dirvi og áhaldni, at tey ikki gevast, men aftur og aftur taka friðartráðin uppaftur, um so er at hesin tykist slitna. Valdsøðin má ikki vinna! Friðurin má vinnast aftur, ikki bert á okkara næru leiðum, men hjá øllum teimum, sum júst í hesum døgum stríðast fyri teirra egna lívi- og lívi sína kæru!


Jenis av Rana
Formaður Miðfloksins

Tíðindi

1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again
23. juni 2026
Nýggj floksstjórn vald í Miðflokkinum
22. juni 2026
Steffan spyr Aksel
Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa…