22. juni 2026

Steffan spyr Aksel

Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa?

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini 
Spyrjari: Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður 
Svarari:  Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum 
Evni:  Vitlíki og effektivisering

Spurningar:   
1. Í hvønn mun verður vitlíki brúkt til at loysa uppgávur hjá tí almenna í dag?

2. Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at vitlíki verður brúkt hjá tí almenna komandi fimm árini?

3. Hvussu fer landsstýrismaðurin at virka fyri, at vit ikki brúka óneyðuga starvsfólkaorku hjá tí almenna uppá uppgávur, sum vitlíki kann loysa?

Viðmerkingar
Vitlíki er longu ein partur av gerandisdegnum hjá nógvum føroyingum bæði privat og til arbeiðis. Vitlíki er tó framvegis í rúkandi menning og kann við tíðini loysa fleiri og fleiri uppgávur.

Vitlíki er væl egnað til at loysa afturvendandi standard uppgávur sera effektivt samanborið við, um eitt starvsfólk skal loysa eina tílíka uppgávu manuelt. Tað skuldi tí verið møguligt at leysgivið starvsfólkaorku, sum antin kann verða spard burtur í almenna rakstrinum ella flutt í annað starvspláss, sum vitlíki ikki fær loyst.

Starvsfólkatrotið er stórt og tí er neyðugt, at føroyska samfelagið áhaldandi verður effektiviserað, soleiðis at vit eru kappingarfør og fáa veitt tær neyðugu vælferðartænasturnar.  

Á Løgtingi, 17. juni 2026 
Steffan Klein Poulsen

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu