21. januar 2025

Hetta luktar illa!

Tað vóru ábendingar um at friður skuldi valda um hesa høvuðsvinnu. Men Dennis Holm trekkir spakuliga síni úttalilsi í land aftur ...

Hetta luktar illa!


Tað er ófatiligt at vinstra flokkarnir enn einaferð leggja upp til stórt stríð um fiskivinnuna. Tað vóru
ábendingar um at friður skuldi valda um hesa høvuðsvinnu. Men Dennis Holm trekkir spakuliga síni úttalilsi í
land aftur so hvørt mánaðirnir ganga, sum annars vóru politiskir glottar hjá reiðarum og sjómonnum at
hóma.


Hví kunnu ávís reiðarí ikki fáa frið at virka innan fiskivinnu eins og stórar fyritøkur virka innan aðra vinnu?
Bitcoin kongurin, ali-risarnir, tunnilsmeistarar, orkupumparar og tele-risar sleppa allir at virka í okkara landi
hóast stórir og fáir í tali.


Eru reiðarar “óndari” enn hesi omanfyrinevndu? Eru teir nógv nógv ríkari enn hesir? Eru teir ein hóttan
ímóti samfelagnum? Ella hava teir kanska bara búsett seg á skeivu bygdunum?


Spurningarnir eru nógvir, men tann sterki deymurin er nokk ikki til at taka feil av. Hesin eini svullurin er
bólnaður spakuliga innanveggja hjá vinstravendu samgonguni, men nú kom hol á hann og deymurin spreiðir
seg um alt samfelagið.

 

Vit kunnu tí nú diagnostisera sjúkuna, sum er orsøk til hendan svullin. Talan er um øvundsjúku.


Vinarliga

Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again