30. oktober 2024

”Um bert einki Ísrael var”.

Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men ... ”Gloyma” 7. oktobur 2022.

Eg havi sitið á Norðurlandaráðsfundi í Reykjavík síðani í gjár. Nógv gott at hoyra, men eisini mangt, sum undrar oyra. Ein fyri og (onnur) eftir fara, kropp á kroppi, upp á røðarapallin. Kappast um at tosa, sum um allur heimurin er, og vildi verið, ein friðarlig Oasa, ”um bert einki Ísrael var”.


Tey leika í um støðuna í Miðeystri, men:

• ”Gloyma” 7. oktobur 2022.

• ”Gloyma” terroristarnar, eisini teir, sum vóru løntir av UNRWA (ST).

• ”Gloyma” óndskapartunnlarnar.


• ”Gloyma” meginpartin av teimum 120.000 runt heimin, sum einans í 2022 doyðu av krígsávum.

• Siga ikki eitt orð um terroristarfelagsskapir og terrorstatir- Hamas, Hutu, Hizbolla, Iran, Norðurkorea- og vit kundu hildi á.

• Siga ikki eitt orð um tíggjutals onnur kríggj, sum dagliga herja heimin (182 vápnaðar konfliktir leikaðu í í 2022).

• Siga ikki eitt orð um tey 20.000, sum dagliga doyggja runt heimin av hungri. Doyggja, ikki tí matur manglar, men

vegna líkasæla raðfesting og gramni.
• Siga ikki eitt orð um tey, hvørs heimlond eru í totalari upploysn vegna borgarakríggj, eitt dømi er Sudan.

Eg steðgi her, men undrist framvegis!

Undrist yvir, hvussu smalur sjónarringurin, og harvið veruleikin, bráddliga kann gerast, serliga hjá fólki, sum siga seg brenna fyri tí veika, honum og henni, sum órætt líða.

Jenis av Rana

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again