7. mai 2024

Ein vinarlig áheitan frá Miðflokkinum til foreldur og lærarar.

Enn einaferð uppliva vit, at Norðurlandahúsið letur seg brúka at fremja miðvísa útlendska ávirkan á børn okkara.

Hesuferð, sum so mangan, verður tað gjørt við at bjóða børnum og lærarum í húsið fyri at verða heilavaskaði av útlendingum, sum gjøgnum sjónleik, hesuferð bygdan á djóralív, royna teirra kynstur.

Miðflokkurin heitir inniliga á foreldur at verða vakin í hesum máli, at kanna tað, og serliga í komandi viku at verja børn tykkara móti hesari óføroysku og ókristiligu ávirkan.

Somu áheitan senda vit lærarum og leiðslu fólkaskúlans, og biðja hesi um at seta seg inn í hetta virksemi Norðurlandahúsins og byrgja fyri tí óhepnu ávirkan, sum hetta virksemi kann hava sær á barnasálina.

(mynd:kvf.fo) 

 

(Mynd:kvf)

 

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu