26. september 2023

Frá 12. viku til 18. viku – tá menniskjavirði verður skúgvað til viks!

Tað er tó rættiliga bekymrandi at lesa grundgevingarnar hjá meirilutanum fyri 18. viku.

Í Føroyum verður tað kjakast um, um tað ófødda barnið skal hava rættin til lívið ella um ongar avmarkingar skulu verða á fosturtøku evt. upp til 12. viku.

Kjarnan í hesum kjakinum er, hvørt virði við geva tí ófødda barninum. Í stuttum: er tað eitt potientielt menniskja ella er tað eitt menniskja við potientali.

Ein meiriluti í Etiska ráðnum í Danmark meldaði í dag út, at markið fyri fríari fosturtøku skal flytast frá 12. viku til 18. viku. Teir vilja ikki flyta seg upp á 22. viku, sum eitt nú Enhedslisten vil, tí tað er um hetta mundið, at eitt barn klárar at liva uttan fyri mammuna.

Tað er tó rættiliga bekymrandi at lesa grundgevingarnar hjá meirilutanum fyri 18. viku. Ein av grundgevingum fyri at flyta markið er: “At en udvidelse styrker kvinders selvbestemmelse, fordi den bl.a. giver plads til betænkningstid og til at handle på den viden, der kan erhverves igennem scanningstilbuddet i 1. Trimester”

Altso við at flyta markið, so fær kvinnan møguleika fyri at gera ein “1. trimester kanning” (einaferð millum viku 11 og 14), har hon síðani hevur fram til 18. viku at avgera, um hon ynskir at varðveita barnið ella ikki. Í hesari kanningini fær mann eitt nú at vita um barnið hevur Downs syndrom. Tað er eisini eftir 14. viku, at tað er møguligt at síggja kyni á ófødda barninum.

So, samstundis sum Bjarni K. Petersen arbeiðir við at endurskoða føroysku lógina um fosturtøku, har fleiri ynskja sokallaða fría fosturtøku upp til 12. viku, so viðgera danir nú, um teir skulu lata upp fyri sorterings-maskinuni, har tú frítt kanst velja ella vrakað børn fram til 18. viku, við tí vitan tú nú einaferð hevur fingið tær til vega um hetta ófødda barnið.

Hesi viðurskiftini føra meg aftur og aftur til kjarnuna í hesum kjakinum um tað ófødda barnið og fosturtøku.

Tað er, hvat virði geva vit tí ófødda barninum og nær byrja vit at geva tí eitt virði.

Hjá mær er eingin ivi um, at barnið hevur eitt óendaliga høgt virði frá fyrsta degi, tað er frá giting. Tað er sjón fyri søgn, at tá vit flyta okkum frá hesum grundleggjandi virðinum og prinsippinum, so flyta vit okkum út eftir nøkrum óhugnaligum tangentum.

Steffan Klein Poulsen,
Løgtingsmaður fyri Miðflokkin

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again