4. mai 2023

Uppskot hjá Miðflokkinum fall ... men

.... "endamálið er at fáa eitt eftirlit. Vit fáa tað uppá ein annan máta, enn tað Miðflokkurin, í sínum uppskoti mælti til." 

Uppskotið um príseftirlit fall, men príseftirlitið kemur seinni. 


Broytingar verða gjørdar í nýggju kappingarlógini í heyst, sum eisini umfata príseftirlit

 
Uppskotið hjá Miðflokkinum um at seta á stovn príseftirlit fall við aðru viðgerð í løgtinginum í gjár, men Vinnunevndin tók undir við innihaldinum í uppskotinum.

Hóast uppskotið hjá  Miðflokkinum er fallið, kemur príseftirlitið seinni.

Tingið viðger í løtuni eitt uppskot frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um nýggja kappingarlóg, og tað verður helst samtykt. Hetta uppskotið sigur tó einki um príseftirlt

Men ætlanin er at koma við eini broyting í kappingarlógini í heyst, sum eisini umfatar príseftirlit, var upplýst í tinginum í gjár. Og tað fegnast Jenis av Rana í Miðflokkinum um.

 

Trýst her, fyri at hoyra innslagið í KVF.

 

Kelda: KVF

 

 

 

Tíðindi

9. november 2026
Kunning í samband við umbønina hjá Hervør um at atkvøða fosturtøkumálið úr Rættarnevndini
7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026