9. mars 2023

Rætturin til lív staðfestast við lóg

Í kjaki í Breddanum lóttók m.a. Steffan Klein Poulsen, har hann førdi fram at rætturin til lív eigur at verða staðfestur við lóg

Sending kann hoyrast her. 

https://kvf.fo/breddin?sid=153723

Teksturin niðanfyri er frá kvf.fo

 

Skal forsturtøkulógin herðast? Ella skal kvinnan sleppa at velja sjálv, um hon vil hava fosturtøku?
Fosturtøka er á Breddanum í dag og vit tosa millum annað við serlækna Dianu Reynstind og aðalskrivaran í Amnesty Føroyar, Turið Mariu Jóhannsdóttir.

Klokkan 10.15 handaði Amnesty Føroyar Løgmanni yvir 2.200 undirskriftir fyri fríari forsturøku. 

Tað er brot á mannarættindasáttmálan hjá ST, at kvinnur í Føroyum ikki hava frítt val tá tað kemur til fosturtøku, sigur aðalskrivarin í Amnesty Føroyar.

Eisini er politiskt kjak millum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, tingkvinnu fyri Fólkaflokkin, Hervør Pállsdóttir, tingkvinnu fyri Tjóðveldi og forkvinnu í rættarnevndini, Steffan Klein Poulsen, tingmann fyri Miðflokkin og Sólvit Nólsø, tingmann fyri Framsókn.

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins