19. januar 2023

Støðan er greið

Jenis av Rana heldur, at tað at biðja er altavgerandi fyri okkum menniskju.

Trúboðin spurdi Miðflokkin , hørja støðu flokkurin hevði til at í Danmark, hevur stjórnin ætlanir um at avtaka Dýra Biðidag.

Svarið er greitt og kann lesast niðanfyri:

 

Støðan hjá Miðflokkinum er, at »hvør einasti dagur í árinum burdi verði mín persónligi “Dýri biðidagur”.« Soleiðis skrivar Jenis av Rana. 

»”Biðið uttan íhald” og “vakið og biðið“, hesi eru tvey av mongum skriftorðum, sum Bíblian ber okkum um bøn. Hesi tilmæli frá Skaparanum sjálvum siga okkum, hvussu alstóran týdning bønin hevur. Hon verður her og nú hoyrd í Himli, Himmalin gleðist um hana, og týdningarmest av øllum er, at hon verður svarað av Faðir okkara- úr Himli.«

Tí heldur Jenis av Rana, at tað at biðja er altavgerandi fyri okkum menniskju, og hann sigur at tað besta av øllum er, at onki mark er sett fyri, hvussu nógv ella hvussu ofta vit biðja. 
Hann heldur at tað er ein vakur sigur at hava ein dag avsettan til bøn.

»At taka av tann lógarásetta “Dýra biðidag” vildi verði eini ógrundaði og óneyðug boð at sent frá leiðslu landsins, og hesum fer Miðflokkurin ikki at taka undir við – men frámæla!« skrivar Jenis af Rana.

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins