30. juni 2022

Avtalan hildin

Í samferðslubólkinum var hetta eitt miðvíst mál: at fáa eina flat-rate skipan.

Avtalan hildin


Í samferðslubólkinum var hetta eitt miðvíst mál: at fáa eina flat-rate skipan. Avtalan var kr 1.998 um mánaðin. Men nú verður prísurin kr 2.100.


Men gott tað sama. Nú byrjar prísurin at koma á eitt líkinda støði. So nú fara fólk væntandi at fáa enn størri gleði av tunlinum.

 

Á vp.fo stendur skrivað:

- Tá ein persónbilur hevur koyrt 40 túrar á sama strekki sama mánað, verður einki gjald fyri restina av túrunum í mánaðinum.

- Um tú hevur hald, skal tú sum brúkari einki gera, fyri at fáa ágóðan av skipanini. boðar stjórin í P/F Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, frá.

Mesti prísurin kr. 2.100 um mánaðin, fyri strekkið Hvítanes/Eysturoynna.

Mesti Prísur kr. 700 um mánaðin, fyri strekkið Rókin/Strendur.

Skipanin kemur at galda frá 1. juli 2022.

Herundir sæst avsláttarskipanin fyri persónbilar:

 

Streymoy/Eysturoy        Rókin/Strendur

1-10 túrar           75,- kr. 750,-                    25,- kr. 250,-

11-20 túrar         65,- kr. 650,-                    22,- kr. 220,-

21-30 túrar         40,- kr. 400,-                    13,- kr. 130,-

31-40 túrar         30,- kr. 300,-                    10,- kr. 100,-

Yvir 40 túrar       0,- ______                        0,- ______

Í mesta lagi        kr. 2.100                           kr. 700
 

 

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins