26. juni 2022

Ein týðandi sigur fyri mannaættina!

Dagurin tá amerikanski hægstirættur bjóðaði ófødda barninum vælkomnum til lívið

24. juni verður standandi sum ein av bjartastu varðum mannaættarinnar. Dagurin tá amerikanski hægstirættur bjóðaði ófødda barninum vælkomnum til lívið, og gav tí  somu mannarættindi, sum vit føddu eru fevnd av.

Av sonnum ein gleðisdagur, sum flutti komandi ættarlið eitt týðandi fet nærri lógarfestum rætti til lív- og tók burtur skommina fyri núverandi fosturtøkulóg.

Hvørt ár, verður mett, fáa minst 50 mió. ófødd børn noktaði rættin at verða fødd. Bert í USA er talan um 2000 børn dagliga, hvørs foreldur ikki hava fingið tað hjálp, sum kundi loyst teirra trupulleikar. Ístaðin fyri veruliga hjálp, hevur samfelagið higartil bjóðað fosturtøku, sum harvið gjørdist steinur omaná byrðu fyri foreldrini- og dómur barnanna.

Lat okkum gleðast og takka lívsins Skapara fyri avgerðina! Og lat okkum biðja eftir, at hetta verður byrjanin til ta broyting runt allan heimin, sum tryggjar øllum neyðugu hjálpina- og rættin til lív, frá gitna og til nattúrligan deyða.

Eisini her heima hjá okkum.

Jenis av Rana

Tíðindi

9. november 2026
Kunning í samband við umbønina hjá Hervør um at atkvøða fosturtøkumálið úr Rættarnevndini
7. oktober 2026
“Your nomination for the Nobel Peace Prize 2026 has been successfully submitted”
30. september 2026
Tekur Bárður frástøðu frá Ísrael?!
Tað er skelkandi og óskiljandi, at landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Bárður á Steig Nielsen, nú ætlar at lukka sendistovu Føroya í Ísrae…
26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026