3. juni 2022

Landsstýrismaðurin legði krans til minnis um Holokaust

Undir vinnuferðini í Ísrael í síðstu viku vitjaði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, á Holokaust savninum, Yad Vashem, í Jerusalem.

Undir vitjanini legði landsstýrismaðurin krans vegna Føroya landsstýrið á minnisvarðan í Vad Vashem, ið er til minnis um jødarnar, sum vóru týndir undir 2. heimsbardaga.

Vad Hashem er almenni minnisvarði yvir Holokaust í Ísrael. Vad Hashem varð sett á stovn í 1953, og navnið stavar frá Esaias 56: 5 “Teimum skal Eg í húsi Mínum og innan fyri múrar Mínar geva minni og navn (Yad Vashem), sum er betri enn synir og døtur - Eg skal geva teimum ævigt navn, sum ikki skal verða útstrikað.”

 

 

Tíðindi

26. august 2026
Jenis spyr Jacob um Suðuroyartunlin
Nær væntar landsstýrismaðurin at uppskot um Suðuroyartunlin verður lagt fyri Løgtingið aftur?
5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu