25. november 2021

Tordur spyr Elsebeth

Grein 52a spurningur settur um: Markamótaskjalið og tænastantil teirra,ið eru yngri enn 67 ár

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

Spyrjari: Tordur Niclasen,løgtingsmaður

Svarari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum

Evni: Markamótaskjalið og tænastantil teirra,ið eru yngri enn 67 ár

Spurningar:

1.Hvussu langt er komið við at fremja ásetingarnar í Markamótaskjalinum –til gagns fyri borgarar yngri enn 67 ár ?

2.Er ætlanin at fáa kommunurnar at hava ábyrgdina av tænastuni til teirra, ið eru millum 18 og 67 ár ?

Viðmerkingar: 

Tá eldraøkið í 2015 varð lagt út, fingu kommunurnar ábyrgd av teim, ið eru 67+;Almannaverkið ábyrgdina av tænastuni til teirra millum 18og 66 ár.

Nógvar kommunur hava lagt stóra orku í at veita tænastur í mun til tørvin.

Verri stendur til við teim tænastum, ið Almannamálaráðið hevur ábyrgd av.

Tað kom greitt fram undir pallborðsorðaskiftinum, sum Alzheimerfelagið á sinni skipaði fyri undir heitinum ”Demensvinarligt samfelag”.

T.d. er dømi um persónar, sum eru “strandaðir” á sjúkrahúsum í fleiri mánaðir, tí eingin tyktist at kunnaog/ella vilja veita teim nøktandi tænastu, eftir at sjúkrahúsviðgerðin var lokin.

Orsøkin til hesaóvirðiligu støðu,sum persónar eru komnir í, er, at viðkomandi ikki hevur nátt pensjónsaldur, og sostatt fellur uttanfyri reglurnar um upptøku til búpláss á ellis-og røktarheimum og eldrasambýlum hjá kommununum.

Vísandi til Markamótaskjalið,undirskrivað av avvarðandi pørtum 30.05.16,verður fylgjandi staðfest í “Markamót 3”: "3. Markamót er somuleiðis, tá talan er um borgarar, sum ikki eru fólkapensjónistar, men hevur varandi sjúku ella serligan tørv á røkt alt samdøgrið”.

Tá slík støða tekur seg upp, verður fylgjandi sagt í sama “Markamót 3”:”Landið hevur ábyrgdina av at veita persónum við týðandi likamligium ella sálarligum breki ella víðfevnandi sosialum trupuleikum, og sum tørva hjálp og stuðul til vanligt dagligt virksemi, umframt møguliga røkt, búpláss”.

Vísandi til løgtingslóg nr. 19 frá 2014 um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður í § 14, stk.2 sagt: “Í serligum føri kann røktarheim ella eldrasambýli eisini hýsa øðrum røktarkrevjandi persóni enn fólkapensjónisti”.

Sostatt er teoretiskur møguleiki til staðar, at persónar yngri enn67 ár kunnu fáa pláss á røktarheimi ella sambýli hjá kommununum.Verunleikin er bert, at í slíkum førum verður kravd “gjaldváttan” frá Almannverkinum, áðrenn støða verður tikin til møguliga upptøku á røktarheimi og sambýli.

Verður slík játtan ikki givin, ja, so er eingin hjálp at heinta frá teim kommunalu stovnunum.

Um kommunurnar eisini høvdu ábyrgd av teim yngri enn 67 ár, so vildi støðan uttan iva veriðmunandi betri.

Sostatt er tað umráðandi og alneyðugt,sum skjótast at fáa hesar forðingar,ið raka tey yngri enn 67 ár, av vegnum.

Í samgonguskjalinum, sum varð undirskrivað fyri tveimum árum síðan, stendur:”Við atliti til borgarar millum 18-66 ár verða ásetingarnar í Markamótaskjalinum settar í verk”.

Tað er í hesum sambandi, at fyrispurningurin verður settur.

Á Løgtingi,12.november2021Tordur Niclasen

Tíðindi

10. november 2025
Er Miðflokkurin eitt problem barn?
Av onkrari orsøk, so metir politiski viðmerkjarin, Árni Gregersen, at Miðflokkurin var flokkurin, sum voldi til stríð í samgonguni frá 2019…
29. oktober 2025
Rósa Tyril Gaardlykke fyri Steffan.
Í hesum døgum røkir Rósa Tyril Gaardlykke sæti á Føroya Løgtingi.
16. oktober 2025
Quo Vadis, Domine 
Hvat hevði Meistarin svarað?
3. oktober 2025
Um eftirskúlarnar Brúgvin og Føroya Eftirskúli á Tvøroyri 
Spurningar, áheitanir og viðmerkingar til Fíggjarlógaruppskotið 2025
30. september 2025
Lítla barn. Gævi tín bústaður var tann tryggasti á jørð.