28. september 2021

Útlendsk arbeiðsmegi og integratiónslóg

Í stuttum skulu bara tvær einfaldar broytingar gerast!

Ført verður fram, at vit mugu hava eina integratiónslóg til útlendingar, sum koma hendanvegin at arbeiða. Hesum eri eg ikki samdur í.

Útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, fáa eitt arbeiðs- og uppihaldsloyvi í eitt ár. Ynskja teir og arbeiðsgevarin at halda fram, verður arbeiðsloyvið longt við einum ári osfr.

Tað er púra óneyðugt at gera eina integratiónslóg til teir útlendingar, sum koma hendanvegin í arbeiðsørindum í avmarkaða tíð. Tó er ein trupulleiki í útlendingalógini við tað, at familjan hjá útlendska arbeiðaranum kann fáa familjusamanføring beinanvegin, sum arbeiðsloyvið er fingið. Júst hendan ásetingin eigur at broytast, so familjusamanføring ikki verður ein møguleiki longu frá fyrsta degi.

Skilagott er at broyta útlendingalógina soleiðis, at familjusamanføring kann verða loyvd eftir til dømis 3, 4 ella 5 ár. Tá er so mikið av tíð gingin, har útlendingurin hevur verið í arbeiði, at bæði hann og arbeiðsgevarin hava eitt gott grundarlag at taka støðu til familjusamanføring. Tí familjusamanføring merkir í flestu førum, at útlendingar vilja búgva varandi í Føroyum.

Integratiónslógin er til teir útlendingar, sum millum annað hava funnið sær maka í Føroyum ella eru komnir hendan vegin við familjusamanføring ella av øðrum ávum. Tá er neyðugt at læra útlendingarnar føroyskt mál og mentan. Og at geva teimum eina góða atgongd inn í føroyska samfelagið sum heild. Hetta er ikki neyðugt, um ein útlendingur bara kemur her í avmarkaða tíð at arbeiða.

Eins og Bretland, Týskland og onnur lond um okkara leiðir vantar Føroyum arbeiðskraft. Várfrágreiðingin hjá Búskaparráðnum vísti á stóra tørvin á almenna arbeiðsmarknaðinum. 700 fólk fleiri fara komandi árini at arbeiða í almenna tænastugeiranum. Og vit hava ikki fólk til tað. Samstundis hevur Vinnuhúsið í eini røð av tíðindaskrivum víst á eitt virki fyri og annað eftir, sum gera vart við støðuna: at arbeiðsmegi vantar í ólukkumát. Bæði í framleiðsluvinnuni, handilsvinnuni og tænastuvinnuni.

Ei undur í, at tølini nú staðfesta, at vøksturin steðgar. Sjálvandi. Tá arbeiðsloysið reelt er negativt, ber ikki til at arbeiða og framleiða meira. Hetta fer at koma okkum aftur um brekku, um vit ikki skjótt og skilagott broyta lóggávuna beinanvegin.

Skilabest er at gera allan heimin til okkara marknað, har vit lætt og skjótt kunnu fáa til vega arbeiðsmegi. Óteljandi fólk kring allan heimin vilja heldur enn fegin sleppa til Føroya at arbeiða. So hvørjum bíða vit eftir? Vit hava longu eina skipan innanfyri ES, har arbeiðsgevarar við undangóðkenning frá degi til dags kunnu fáa fólk til arbeiðis. Tann skipanin eigur at broytast, so hetta verður galdandi fyri øll heimsins lond.

Her er onki at óttast. Tí ein sáttmáli millum ein arbeiðsgevara og ein arbeiðstakara er grundleggjandi amboðið og trygdin fyri báðar partar. Tað merkir, at bara tey, sum hava ein arbeiðsgevara og ein setanarsáttmála, kunnu koma hendanvegin til arbeiðis. Og tá eitt ár er runnið, fer setanarsáttmálin úr gildi. Eru báðir partar nøgdir við setanina, kann ein nýggjur setanarsáttmáli gerast fyri eitt nýtt ár. Osfr.

Um vit ikki gera hesar broytingar beinanvegin, verða vit øll taparar. Almennu tænastutilboðini fara at versna, tí verri verður at manna røktarheim, sambýlir, sjúkrahús, barnagarðar og skúlar. Og privata vinnan kann við tíðini enda í somu neyðstøðu, sum nú valdar í Bretlandi, har fólk eru farin at leggja bæði brennievni og matvørur innundir seg.

Í stuttum skulu bara tvær einfaldar broytingar gerast:

- Útlendingalógin skal broytast, so familjusamanføring ikki verður gjørlig fyri tey, sum koma til Føroya við arbeiðs- og uppihaldsloyvi at arbeiða í avmarkaða tíð

- ES-skipanin við undangóðkendum arbeiðsgevarum skal víðkast at galda fyri øll lond.

Bill Justinussen

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.