17. august 2021

Eru FØROYAR tað SVARTASTA U-LANDIÐ!?

Steffan Klein Poulsen skrivar: At kalla okkum fyri “det sorteste uland”, av tí at vit hugsa øðrvísini, er at fara langt yvir mark.

Føroyar. Eitt væl útbygt land við barnagørðum, skúlum, universiteti, vegum, tunlum, undirsjóvartunlum, sjúkrahúsum, almennum stovnum, almennum veitingum, sterkum vinnulívi, hægsta BTÚ pr. íbúgva í danska kongaríkinum og einum Løgtingi sum lóggevur í yvirtiknum málsøkjum.


Føroyingar. Eitt fólk sum arbeiðir hart, er væl útbúgvið, hugsar sjálvt, hjálpir teimum sum eru illa fyri og velur borgararnar sum skulu sessast í Løgtinginum.


Hetta fólk – Løgtingið – hevur ikki loyvt fríari fosturtøku í Føroyum, men tað hava danir og danska Fólkatingið. Altso, tvær ymiskar hugsanir um hvussu vit skulu fara við tí ófødda barninum og kvinnuni.


Tað er hetta sum fær Enhedslisten og De Radikale at trýsta føroyingar til fría fosturtøku. Samstundis sum at Charlotte, danskur yvirlækni, kallar okkum fyri tað svartasta u-landið.


"Det er uacceptabelt, at vi er i rigsfællesskab med et land, som på det her område opfører sig som det sorteste uland" - Charlotte Wilken-Jensen


Vit kunnu lættliga staðfesta at miðal føroyingurin ikki hugsar og meinar tað sama sum ein miðal danskari. Men at kalla okkum fyri “det sorteste uland”, av tí at vit hugsa øðrvísini, er at fara langt yvir mark.


Hvørji eru hesi at kalla okkum slíkt? Vit sum hava eitt so sterkt fólk og væl útbygt samfelag. Og hvørjir halda hesir donsku politikararnir seg vera, tá teir blanda seg uppí lóggávu sum liggur í føroyskum hondum?


Hesum útsøgnum og trýsti vísi eg harðliga aftur! Samstundis sum eg gleðist um at Kaj Leo og onnur longu hava verið úti og átala hesum.


Fosturtøkumálið er okkara. Tað eru vit føroyingar, eitt væl upplýst fólk, sum tekur avgerð um, um vit loyva fríari fosturtøku ella ikki.


Steffan Klein Poulsen, løgtingsmaður

 

Lenkja til málið í donskum miðli:

https://www.bt.dk/politik/politikere-vil-presse-faeroeerne-aborten-skal-saettes-fri?fbclid=IwAR05866SYZXdTAWcyJRGxiqr9JtKjSJ25a0w44YOniVzYMMunwLth8eM9Ao

 

 

Tíðindi

15. mai 2026
Væl eydnaður landsfundur hjá Miðflokkinum og nýggj floksstjórn vald
Miðflokkurin hevði farna vikuskiftið landsfund, har nógv fólk vóru savnað til ein gevandi og innihaldsríkan dag.
13. mai 2026
Formansfrágreiðingin til landsfundin 2026 hjá Miðflokkinum
Miðflokkurin hevur havt sætið í Løgtinginum síðani 1994 – í 32 ár – og Miðflokkurin er minst líkaviðkomandi í dag, sum tá ið hann varð stovn…
23. apríl 2026
Miðflokkurin – landsfundurin 2026
Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
23. apríl 2026
Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 mió. oyramerktar til bileigarar
Eg lurtaði umaftur, tá útvarpsverturin í dag boðaði frá fyrsta politiska átakinum hjá nýggju samgonguni.
15. mars 2026
Løgtings og fólkatingsval
Valskrá Miðfloksins