22. juli 2021

LJÓSSKIPANIN TIL TUNLARNIR NORÐUR UM FJALL – BETRI LOYSN MÁ FINNAST

Eftir eina sera góða konsert og góðan bita frá Løgmanni, í samband við drotningavitjanina, fóru vit trallandi norðaftur við Nissuni og komu fram á eina gløðandi reyða peru

Eftir eina sera góða konsert og góðan bita frá Løgmanni, í samband við drotningavitjanina, fóru vit trallandi norðaftur við Nissuni og komu fram á eina gløðandi reyða peru. Eg var púra óvitandi um hvussu hendan skipanin fungeraði. Eftir at hava bíðað í næstan 15 minuttir á miðjari nátt, kundi eg róliga staðfesta, at skipanin er óeffektiv. Tað eru bert fýra grønir minuttir fyri hvønn heilan tíma...


Fleiri hava sóknast eftir einari meining frá Norðoya tingmonnum, men lat meg fáa tað sagt beinanvegin, at eg, sum tingmaður, ongantíð havi biðið um ella verið í einum dialogi, um hesa loysnina. Um eg havi skilt tað rætt, so eru tað teir tríggir borgarstjórarnir, úr Viðareiði, Hvannasundi og Klaksvík, sum hava verið í dialogi um eina tryggari loysn við Landsverk og/ella Jørgen Niclassen. Um borgarstjórarnir hava biðið um júst hesa loysnina, máa teir sjálvir svara fyri.

Eg haldi, eins og tey flestu, at ein betri loysn má finnast. Hendan loysnin er ikki til at halda út hjá teimum lokalu, sum dagliga koyra til arbeiðis og onnur ørindi umvegis tunlarnar. Har er rættiliga nógv spilltíð. Vanliga verður samferðslan lagt soleiðis til rættis, at hon passar best hjá teimum lokalu og serliga pendlarum. Tað er als ikki tilfeldig her.

Vit mugu tó ásanna, at her er ein annar bólkur, sum “jublar” um hesa “tryggu loysnina” (tað kann diskuterast um hon er nógv tryggari). Talan er primert um tey bangnu, ólokalu og ferðafólk. Skipanin eigur ikki at vera løgd til rættis eftir tørvinum hjá ferðafólki, men vit hava eisini lokal fólk, sum ikki hætta sær ígjøgnum tunlarnar.
Tað er ímillum hesar bólkarnar at “gnidningarnar” uppstanda. Fyrri bólkurin ynskir bert at stórir bilar verða reguleraðir og seinni eina líknandi ljósskipan sum vit hava nú. Sum lokalur hoyri eg til tann fyrra, men eg virði fult út sjónarmiðini hjá tí seinna.


Afturat hesum verður loysnin, sum vit øll bíða eftir – nýggju tunlarnir norður um fjall – allarhelst seinkað nógv av verandi ljósskipan! Nýggir tunlar eru “fullkomna” svarið uppá allar hesar trupulleikarnir og mugu tí ikki seinkast meira enn neyðugt.


Eg ivist ikki í, at Jørgen og Sigurd, sum myndugleiki á økinum, fara at finna eina betri loysn. Tað mugu teir, tí hendan skipanin er ikki til at halda út.


Steffan Klein Poulsen, Løgtingsmaður

Tíðindi

5. apríl 2024
Ung fyri Miðflokkin hevur fingið nýggjan formann!
Nýggja nevndin fer í næstum at leggja fokus á fosturtøkumálið, umframt at skipa samanhald millum ung konservativ politisk áhugaði í Føroyum.
21. mars 2024
Ein til tann komandi føroyingin ..
Røðan hjá Jenis Kristjan Av Rana um at verja ófødda barnið.
21. mars 2024
Verja ófødda barnið
Røðan hjá Steffan Klein Poulsen 21. mars 2024
6. mars 2024
Valdagurin er dagur barnsins!
Stúran og ótryggleiki merkir dagarnar, nú uppskot er á veg, sum ætlanin er skal taka rættin til lívið frá ófødda barninum
10. januar 2024
Enn eitt álop frá ”javnstøðunevndini” á ófødda barnið
”Javnstøðunevndini” dyljur ikki politiskt litaða virksemi sítt.