8. mai 2021

Ein spurningur um radara – ikki annað

Ingi Samuelsen skrivar eina stutta og greiða oddagrein í Portal.fo blaðnum Vikuskiftið - og vit endurgeva:

Ein spurningur um radara – ikki annað

Flokkurin Framsókn er farin út í eina herferð, sum skal sannføra okkum um, at tað ikki ber til at lata landsstýrisfólkið við uttanlandsmálum í samráð við løgtingsins uttanlandsnevnd taka avgerðina um, hvørt ein radari av hernaðarligum týdningi skal setast upp í Føroyum.

Hetta tí at Framsókn ikki er umboðað í uttanlandsnevndini, og tí ikki hevur møguleika fyri at gera sína áskoðan galdandi tá svarið skal gevast donsku myndugleikunum.

Hegnisliga roynir ungi maðurin, sum fekk flestar atkvøður á framsóknarlistanum seinast, at hevja hendan spurningin til ein tjóðarkreppu, har donsku ætlanirnar um at skipa eina verjutilbúgving á okkara leiðum skulu leggjast undir illgruna, og samstundis ætlanirnar hjá samgonguni, sum sigst vera í gongd við at sníkja okkurt ófrættakend niður yvir høvdið á Føroya fólki.

Hetta er bara politikkur, ja, eyðvita tað.

Grundgevingarnar hjá tingmanninum tykjast viðkomandi, um hetta málið er so týdningarmikið, sum hann vil gera tað til. Men hann átti at kent skipanina so frægt, at hann fullvæl visti, at tað er soleiðis mál, ið verða mett at hava trygdar- og/ella hernaðarligan týdning, verða avgreidd. Viðkvom mál av slíkum slag fara ongantíð í parlamentið til orðaskiftis og atkvøðugreiðslu.

Framsókn hevur júst havt landsstýrismannin við uttanlandsmálum, og tey vita tað væl.

Framsókn má eisini síggja tann veruleikan í eyguni, sum sigur, at flokkurin fekk 1.562 atkvøður – tað er t.d. væl minni enn táverandi løgmaður fekk einsamallur – og tað gevur ikki fleiri enn tveir sessir á tingi.

Tá nevndirnar vórðu skipaðar, fullu tríggir nevndarsessir flokkin, ein í týdningarmiklu fíggjarnevndini, og so teir báðir, sum Bjarni Kárason sjálvur røkir í løtuni, vinnunevndin og mentanarnevndin.

Okkurt sigur, at kanska var Framsókn ikki so altráður eftir at sleppa at fáa nakað at siga í uttanríkismálum tá løgtingið skipaði seg í nevndir. Andstøðusessirnir í uttanlandsnevndini – teir eru bara tveir av onkrari orsøk – verða røktir av sjálvum formonnunum í Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Tveir politikarar, sum fullvita hvussu týðandi hesin sessur er, ella kann verða.

Í staðin fyri at øsa seg upp um, prosessina um hvussu hetta mál verður handfarið sambært galdandi skipan, átti Framsókn heldur tikið fullu avbjóðingina við hesum spennandi máli, og lagt upp til kjak, um vit skulu hava ein slíkan radara í Føroyum ella ikki, til dømis við at siga okkum hvør áskoðanin hjá flokkinum er til tann spurningin. Tað er tað, sum málið eigur at snúgva seg um.

Ríkisrættarliga spurningin, sum vit hava klandrast við danir um í áttati ár, náa vit kortini ikki at loysa innan fyri tíðarfreistina hjá hesum málinum.

SKRIVAÐ:
Ingi Samuelsen

 

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again