23. apríl 2021

20.000 kr. til fyribyrgjandi fyriskipanir røkka ikki langt

Tølini kundu bent á, at talan ikki er um eina skipan, ið arbeiðir fyri at hjálpa og fyribyrgja.

Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen, løgtingsmenn, hava sett Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýrismaður í almannamálum, spurning við evninum: Barnaverndin - umsorganaryvirtøkur

Spurningar:

1. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini býtt á við og uttan samtykki frá foreldrunum?

2. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir umbøn ella áheitan frá myndugleikapersónum?

3. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini eftir áheitan frá øðrum enn teimum undir spurningi 2 nevndu.

4. Hvussu mong børn eru umsorganaryvirtikin árliga seinastu 10 árini beinleiðis av føðideildini?

5. Hvussu stórur partur av umsorganaryvirtiknum børnum verða sett í fosturheim hjá einum í familjuni?

6. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert 15 av umsorganaryvirtøkunum eru settar úr gildi seinastu 6 árini?

7. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at 1% av øllum børnum eru umsorganaryvirtikin?

8. Er landsstýrismaðurin nøgdur við, at bert ein brotpartur av kostnaðinum til skipanina er brúktur til fyribyrging?

Viðmerkingar:
Í Breddanum í KVF tann 25. mars í ár kom fram, at 1% ella eini 120 børn eru tikin frá foreldrum og systkjum sínum.

Onnur hagtøl vísa, at bert 15 umsorganaryvirtøkur vórðu settar úr gildi aftur í eitt tíðarskeið uppá 6 ár.

Í orðinum barnavernd liggur endamálið við skipanini, tað at kunna veita verju og hjálp til trongstadda barnið.

Meira og meira leggja tey serkønu um allan heim dent á, at grundleggjandi endamálið er at veita alla hugsandi fyribyrgjandi hjálp, so barnið kann verða verandi heima hjá sínum kæru, og at seinasta loysnin er at umsorganaryvirtaka barnið og seta tað heiman.

Í Føroyum kundu tølini bent á, at omanfyrinevnda hugsan ikki er ráðandi.

Hetta sæst aftur í fíggjarligu hagtølunum hjá Barnaverndarstovuni fyri 2018.

Hesi vísa m.a., at:

• Bert minsti parturin verður brúktur til fyribyrgjandi fyriskipanir, samanlagt fyri landið 16,8 mió., meðan fosturforeldraskipanin hevði ein samanlagdan kostnað uppá kr. 21,8 mió. og stovnsøkið kostaði kr. 9,4 mió.

• Í 2018 vórðu í miðal brúktar 20.497 kr. fyri hvørt barnaverndarmál til fyribyrgjandi fyriskipanir, meðan árliga vórðu brúktar kr. 317.351 kr. fyri hvørt barn, sum var sett til fosturs.

Góðar 20.000 kr. til fyribyrgjandi fyriskipanir røkka ikki langt hjá eini skipan, sum sigur seg seta allar fyribyrgjandi fyriskipanir í verk, áðrenn eitt barn verður umsorganaryvirtikið.

Vert er at hugsa um, at tað eru kommunurnar, ið gjalda fyri fyribyrgjandi fyriskipanir, meðan landið ber kostnaðin fyri umsorganaryvirtøkurnar.

Tølini kundu bent á, at talan ikki er um eina skipan, ið arbeiðir fyri at hjálpa og fyribyrgja.

Á Løgtingi, 22. apríl
Steffan Klein Poulsen og Bill Justinussen

Tíðindi

15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.
1. juli 2026
Svarti juli
Hví valdi nýggja samgongan eirindaleyst at halda fram á fosturtøkukósini?
25. juni 2026
Spurningur til Bárður á Lakjuni um KVF
24. juni 2026
Jenis spyr Eyðdis um grøna orkuskiftið ... again