18. mars 2021

Myndir frá landsfundinum

Miðfokkurin hevði ein uppbyggjandi og lovandi landsfund Grækarismessudag. Her ein frágreiðing og nakrar myndir.

Grækarismessudag hevði Miðflokkurin landsfund sín fyri 2021 í skúlanum á Fossanesi.

Út móti seksti fólk høvdu leitað sær norður til fundar, harímillum vóru nógv nýggj andlit at síggja. Kjakið var lívligt, hugaligt og frameftirlítandi.

Løgtingsmenninir, Stefan Klein Poulsen og Bill Justinussen, greiddu frá løgtingsarbeiðinum og formaðurin, Jenis av Rana, frá arbeiðinum sum landsstýrismaður.

Fundarfólkið fegnaðist um avrik floksins í samgonguni, og eggjaðu politikarunum at halda á við stríðnum at tryggja øllum føroyingum tíðarhóskandi bústað og virðiligar sosialar umstøður. 

Dentur varð lagdur á týdningin av tryggum útbúgvingarmøguleikum, og harmast varð um ótryggleikan, ið mong siga frá á barnaverndarøkinum.

Vána støðan, ið botnfiskaflotin er staddur í, fekk eisini rúmd, og loysn av trupulleikanum varð umrødd. 

Fegnast var um sendistovuna í Ísrael og góðu og styrktu støðu Føroya á uttanríkispolitiska økinum.

Formaður teirra ungu, Aksel Berg, greiddi frá ovurstóra týdninginum Miðflokkurin hevur í føroyskum politikki, og hann eggjaði ungum at gerast aktivir luttakarar í samfelagsligu menningini.

Nevndarval var á skránni, í nýggju nevndini sita:
Mia av Kák Joensen,
Aksel Berg
Danjal av Rana
Rani Skaalum
Fimmbogi Poulsen
Jenis av Rana

Varalimir: Jóhannes Miðskarð og Leif Høj

 

 

 

 

 

 

 

 

Tíðindi

5. august 2026
Valdu sosialismuna heldur enn ófødda barnið!
Røðan um løgmansrøðuna 2026
26. juli 2026
Er hugsjónin hjá Elsu Berg og kompaní líka tunn sum málingin á Steinatúni?
21. juli 2026
Tá vinnulívsmenn kroysta politikkarar til at føra planbúskap!
15. juli 2026
»Alkohol er et opløsningsmiddel.
….. viðmerking til viðmerkingar um grein mína um whisky framleiðslu
14. juli 2026
Syrgilig tíðindi á døgurða
... tíðindafólk burdu brynja seg við hvøssum spurningum um, hvat fær skilafólk annars at fáast við slíkt oyðileggjandi virksemi.